24.10.2006 · Fíggjarmálaráðið

Nýggjur limur í Búskaparráðið

Í sambandi við at Poul Geert Hansen hevur fingið nýtt starv sum aðalstjóri í Almanna- og heilsumálaráðnum hevur hann valt at fara úr Búskaparráðnum.

Í hansara stað hevur landsstýrið valt Kaj Johannesen, cand. merc.

Kaj Johannesen er valdur í Búskaparráðið frá 1. oktober í ár. Valskeiðið gongur út tann 31. desember 2008, tá allir limirnir í Búskaparráðnum standa fyri vali.




Fíggjarmálaráðið, 24. oktober 2006