Landsstýriskvinnan Annika Olsen, ið varðar av bústaðamálum, og landsstýrismaðurin Jørgen Niclasen, sum varðar av Føroya Bústaðafelag, hava í dag undirskrivað bústaðapolitikk landsins.
Hetta er samstundis fyrstu ferð at Føroya Landsstýri hevur orðað ein bústaðapolitikk.
Okkara visjón er, at allir føroyingar hava atgongd til ein góðan og tryggan bústað. Góðir bústaðir eru ein grundleggjandi súla í einum vælvirkandi vælferðarsamfelagi. Bústaðapolitikkur er tí vælferðarpolitikkur og øvugt.
Stóru samfelagsligu avbjóðingarnar við tørvandi fólkavøkstri og skeivu demografisku samansetingini við stórum undirskoti av kvinnum krevja stór politisk átøk. Ein aktivur bústaðapolitikkur er sjálvsagdur í hesum høpi.
Yvirskipaða málið er, at flest øll skulu vera sjálvhjálpin og við sínari inntøku sjálvi fáa til vega egnan bústað. Politiska uppgávan er at tryggja, at útboðið av bústøðum og kostnaðurin eru á einum støði, so menniskju – uttan mun til, hvar tey eru í lívinum – fáa nøktandi heim í mun til teirra tørv.
Tí er týdningarmikið at hava ein fjøltáttaðan og dynamiskan bústaðamarknað, sum møtir tørvinum hjá tí einstaka: ungum, lesandi, støkum, barnafamiljum, eldri og fólki við serligum avbjóðingum.
Í løtuni fevnir føroyski bústaðamarknaðurin í høvuðsheitum um eigarabústaðir. Bústaðamarknaðurin í Føroyum er tí fátáttaður samanborin við bústaðamarknaðirnar, sum vit kenna í okkara grannalondum. Fátáttaða bústaðamynstrið er ein týðandi liður í, at fólkið ikki fjølgast í Føroyum.
Henda veruleika ynskja vit nú at broyta. Við miðvísum ætlanum og í tøttum samstarvi við kommunurnar og Føroya Bústaðafelag fara vit nú undir at tryggja øllum atgongd til ein góðan og tryggan bústað.
Flest øll eru samd um, at bústaðurin skal nøkta tann grundleggjandi tørvin á tryggleika og trygd fyri lív og heilsu. Bústaðurin er, har tú kanst hvíla.
Men bústaðurin er eisini annað. Ein góður og tryggur bústaður er fyritreytin fyri inklusión, virkni og luttøku í samfelagnum. Ein góður og tryggur bústaður er grundarlagið undir sømiligari menniskjaligari tilveru.
Tað er tí avgerandi neyðugt fyri lívsgóðskuna hjá fólki og fyri vælferðina í samfelagnum, at flest møgulig fáa møguleikan at búgva trygt og væl.
Endamálið við arbeiðinum, sum nú er farið í gongd, er, at føroyski bústaðamarknaðurin ikki longur skal útihýsa, men fevna. At øll í Føroyum kunnu búgva væl, lið um lið.