Eftir at samlaða vísitalið í føroyska konjunkturbarometrinum fall nógv frá januar 2008 til januar 2009 gongur barometrið nú uppaftur. Frá januar 2008 til januar 2009 fall samlaða vísitalið úr 24 niður í -29, men er nú komið uppaftur á -10 í nýggjastu konjunkturkanningini, sum er gjørd í juni í ár. Úrslitini av samlaða konjunkturbarometrinum síggjast við at trýsta her.
Tað er serliga tilfeingisvinnan og tænastuvinnan, sum draga samlaða vísitalið í nýggjastu konjunkturkanningini uppeftir. Í tilfeingisvinnuni, har størsti parturin av framleiðsluni fer til útflutning, er afturgongdin í bíleggingunum minkað burtur í einki og tilfeingisvinnan væntar framgongd og betri prísir komandi árið. Eisini tænastuvinnan, sum serliga virkar á heimamarknaðinum, hevur havt framgongd og hevur betri vónir um eftirspurningin komandi árið. Um hinar báðar vinnurnar á heimamarknaðinum, byggivinnuna og handilsvinnuna, kann sigast, at treystið í byggivinnuni er eitt vet betri nú enn fyri hálvum ári síðan, men í handilsvinnuni er framvegis afturgongd. Hetta sæst eisini aftur í vísitalinum hjá føroysku brúkarunum, sum er lækkað nógv seinasta árið. Tað eru tó onkrir glottar at síggja hjá føroysku handilsvinnuni. Tað eru t.d. meira enn dupult so nógvir brúkarar nú, samanborið við somu tíð í fjør, sum hava avgjørdar ætlanir um at keypa bil komandi árið.
Eftirspurningurin eftir arbeiðsmegi er nógv broyttur seinastu árini. Eftirspurningurin eftir arbeiðsmegi er nógv minkaður og minkar framvegis, men føroyska abeiðsloysið er framvegis eitt at teimum lægstu í altjóða samanhangi. Frammanundan var eftirspurningurin eftir arbeiðsmegi sera stórur og føroyska arbeiðsloysið var metlágt. Tá var manglandi arbeiðsmegi størsta avmarkingin fyri vøkstri í tilfeingis- og byggivinnuni. Nú eru fíggjarligar avmarkingar ein stór forðing fyri vøkstri. Í byggivinnuni er tað eisini minkandi eftirspurningur, sum tálmar vøkstrinum, men tað trýstir haraftur ímóti prísin á byggiverkætlanum niður.
Føroyska konjunkturbarometrið er sett saman av brúkarum og vinnu, har vinnan er býtt upp í fýra vinnugreinar. Tær fýra vinnugreinarnar eru tilfeingisvinnan, tænastuvinnan, handilsvinnan og byggivinnan. Í samlaða vísitalinum vigar tilfeingisvinnan 40%, tænastuvinnan 30%, brúkararnir 20%, handilsvinnan 5% og byggivinnan 5%. Sí annars eina nærri frágreiðing um konjunkturbarometrið við at trýsta her og spurningarnar við at trýsta her.
Niðanfyri verða úrslitini av einstøku konjunkturbarometrunum lýst nærri.
Tilfeingisvinnan
Frá januar 2008 til januar 2009 var eitt stórt fall í vísitalinum, tí sokallaða treystitalinum, hjá tilfeingisvinnuni. Hetta tíðarskeiðið fór vísitalið úr 17 niður í -36. Nú er vísitalið hjá tilfeingisvinnuni hækkað munandi aftur. Frá januar til juni í ár er vísitalið hækkað úr -36 upp í 4. Úrslitini av konjunkturbarometrinum hjá føroysku tilfeingisvinnuni kunnu síggjast við at trýsta her.
Tað eru tríggjar høvuðsorsøkir til, at tilfeingisvinnan er nógv jaligari nú enn fyri hálvum ári síðan. Fyri hálvum ári síðan merkti tilfeingisvinnan eina stóra afturgongd í bíleggingunum. Henda afturgongdin í bíleggingunum er nú minkað burtur í einki. Tilfeingisvinnan hevur eisini gjørt munandi tillagingar í støddini á goymsluni, sum var í so stór fyri hálvum ári síðan. Vónirnar um framleiðsluna í tilfeingisvinnuni komandi árið eru tí nógv bjartari nú enn tær vóru fyri hálvum ári síðan.
Framleiðslan í tilfeingisvinnuni er nú tryggjað 11 mánaðir fram í tíðina samanborið við 4 mánaðir fyri hálvum ári síðan. Tilfeingisvinnan hevur ivaleyst av framleiðsluorku til at nøkta eftirspurningin nú og komandi 12 mánaðirnar, tí fer tørvurin á arbeiðsorku at halda fram at minka komandi árið. Fyri bert hálvum øðrum ári síðan var støðan tann beint øvugta í tilfeingisvinnuni, tá var arbeiðstørvurin stórur og tilfeingisvinnan hevði ikki nóg mikið av framleiðsluorku til at nøkta eftirspurningin. Tá var manglandi arbeiðsmegi og rávøra mest avmarkandi fyri framleiðsuvøkstri í tilfeingisvinnuni. Í dag eru tað fíggjarligar avmarkingar, sum eru mest avmarkandi fyri framleiðsluvøkstri í tilfeingisvinnuni.
Tilfeingisvinnan hevur nógv betri vónir um søluprísirnar nú enn fyri hálvum ári síðan. Í januar mettu næstan 40% av tilfeingisvinnuni, at søluprísirnir fóru at lækka. Nú er støðan tann beint øvugta, nú meta næstan 40%, at søluprísirnir fara at hækka. Óstøðugir marknaðarprísir er eitt sereyðkenni við tilfeingisvinnuni. Søluprísirnir á framleiddu vørunum hjá tilfeingisvinnuni kunnu tí sveiggja nógv. Søluprísirnir hava ikki bert týdning fyri inntøkuna og úrslitið hjá tilfeingisvinnuni, teir hava eisini stóran týdning fyri føroyska útflutningsvirðið, tí størsti parturin av framleiðsluni hjá tilfeingisvinnuni fer til útflutning.
Tænastuvinnan
Hóast vísitalið hjá tænastuvinnuni framvegis er negativt, so er tænastuvinnan nógv meira jalig nú enn fyri hálvum ári síðan. Treystitalið hjá tænastuvinnuni er farið úr -17 upp í -3 frá januar til juni í ár. Treystitalið hjá tænastuvinnuni var heilt uppi á 80 fyri tveimum árum síðan, tá stórt trýst var á føroyska búskapinum. Síðan var eitt javnt fall í treystitalinum hjá tænastuvinnuni til januar í ár, tá tað var komi niður á -17, sum er tað lægsta nakrantíð, áðrenn tað hækkaði aftur upp í -3 í juni í ár. Úrslitini av konjunkturbarometrinum hjá føroysku tænastuvinnuni kunnu síggjast við at trýsta her.
Høvuðsorsøkin til at vístalið hjá tænastuvinnuni nú hækkar aftur er, at tænastuvinnan hevur havt framgongd seinastu tíðina og at tænastuvinnan hevur betri vónir um vaksandi eftirspurning nú enn fyri hálvum ári síðan.
Hóast framgongd í tænastuvinnuni so er støðan viðvíkjandi tørvinum á arbeiðsmegi nógv broytt seinastu tvey árini. Fyri tveimum árum síðan var tørvurin á abeiðsmegi met stórur, tá tørvaði umleið 80% av tænastuvinnuni meira arbeiðsmegi fyri at nøkta eftirpurningin. Síðan tá er tørvurin á arbeiðsmegi nógv fallin, og seinasta árið hevur tænastuvinnan minka um arbeiðsmegina. Tænastuvinnan hevur tó ikki líka neiligar metingar um arbeiðstørvin nú sum fyri hálvum ári síðan.
Brúkarin
Vísitalið hjá føroyska brúkarunum lækkaði nógv fyri einum ári síðan, men hækkaði eitt sindur aftur fyri hálvum ári síðan og tað broyttist ikki stórvegis í konjunkturkanningini í juni. Treystið hjá føroysku brúkarunum er tí eitt sindur frægari nú enn somu tíð í fjør, men tað er ikki broytt nógv seinasta hálvárið. Úrslitini av konjunkturbarometrinum hjá føroysku brúkarunum kunnu síggjast við at trýsta her.
Tað vóru serliga útlitini fyri fíggjarstøðuni, búskapinum og arbeiðsloysinum, sum vóru atvoldin til, at vísitalið hjá føroysku brúkarunum lækkaði so nógv somu tíð í fjør. Føroyski brúkarin var heldur svartskygdur um útlitini fyri sínari egnu fíggjarstøðu fyri einum ári síðan. Hetta broyttist tó nógv aftur í januar, og seinasta hálvárið hevur føroyski brúkarin verið væl minni svartskygdur enn somu tíð í fjør. Sama ger seg galdandi fyri fyri álitið á búskapin og vónirnar um arbeiðsloysið. Vónirnar hjá brúkarunum um búskaparútlitini versnaðu munandi somu tíð í fjør, men eru síðan batnaðar nakað aftur. Vónirnar um gongdina í arbeiðsloysinum eru tó nakað verri nú enn fyri einum ári síðan.
Keypihugurin hjá føroysku brúkarunum er batnaður nakað aftur. Nú er tað t.d. ógvuliga sannlíkt, at 5% av føroysku brúkarunum fara at keypa bil næsta árið. Hetta er meira enn dupult so nógv sum fyri einum ári síðan, tá bert 2% av brúkarunum, høvdu avgjørdar ætlanir um at keypa bil. Eftirspurningurin eftir nýggjum húsum verður tann sami, sum hann hevur verið seinasta árið, men tað eru nú fleiri, ið ætla sær at nýta størri upphæddir til bústaðarábøtur enn fyri hálvum ári síðan.
Handilsvinnan
Vísitalið hjá handilsvinnuni heldur fram at falla. Treystitalið hjá handilsvinnuni er fallið úr -7 niður -52 seinasta árið. Úrslitini av konjunkturbarometrinum hjá føroysku handilsvinnuni kunnu síggjast við at trýsta her.
Tað er serliga gongdin í søluni og útlitini fyri søluna næsta árið, sum eru atvoldin til stóra fallið í treystitalinum hjá handilsvinnuni. Handilsvinnan hevur gjørt stórar tillagingar og minkað nógv um goymsluna seinasta árið. Tillagingarnar av goymsluni hava stóran týdning fyri, at vísitalið hjá handilsvinnuni ikki er fallið enn meira. Eftirspurningurin eftir arbeiðsmegi í handilsvinnuni heldur fram at minka komandi árið.
Byggivinnan
Vísitalið hjá byggivinnuni er nú hækkað eitt vet aftur eftir eitt stórt fall seinasta árið. Treystitalið hjá byggivinnuni er hækkað úr -80 upp í -76 frá januar til juni í ár. Treystitalið hjá byggivinnuni hevur flutt seg frá toppinum ímóti botninum síðan fyrstu konjunkturkanningarnar vórðu gjørdur fyri trimum árum síðan. Í januar 2007 var treystitalið hjá byggivinnuni 91 og í januar í ár var tað fallið niður í 80, men er nú hækkað eitt sindur aftur. Úrslitini av konjunkturbarometrinum hjá føroysku byggivinnuni kunnu síggjast við at trýsta her.
Ordrabøkurnar tryggja byggivinnuni arbeiði næstu 8 mánaðirnar. Ordrabøkurnar í byggivinnuni eru nógv minkaðar seinasta árið, men tað er væntaði arbeiðstørvurin komandi árið, sum fær treytitalið hjá byggivinnuni at hækka eitt vet í nýggjastu konjunkturkanningini. Nú er byggivinnan ikki eins svartskygd um arbeiðstørvin, sum hon var í januar kanningini.
Umframt færri bíleggingar so er tað í byggivinnuni eins og í tilfeingisvinnuni fíggjarligar avmarkingar, sum eru mest tálmandi fyri vøkstri í byggivinnuni. Minkandi virksemið í byggivinnuni hevur trýst prísirnar, sum byggvinnan tekur fyri sítt arbeiði, nógv niður, og byggivinnan væntar, at prísirnir fara at halda fram við at falla.