Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, hevur eftir tilmæli frá stýrinum fyri Fróðskaparsetur Føroya valt nýggja nevnd fyri Landsbanka Føroya, sum eisini er Búskaparráð.
Førleikakrøv til limirnar eru: Búskaparfrøði, fígging og kreditmeting, føroyskt vinnulív og serligt innlit í føroyska fíggjargeiran ella búskapin í Føroyum.
Vald eru:
- Johnny í Grótinum, kandidatútbúgving í búskaparfrøði, námslektari, Fróðskaparsetrið - Formaður
- Jan Otto Holm, kandidatútbúgving í búskaparfrøði, sjálvstøðugur ráðgevi og undirvísari
- Hans Ellefsen, PhD-útbúgving í búskaparfrøði, lektari, Fróðskaparsetrið
- Marjun Weihe Thomassen, kandidatútbúgving í búskaparfrøði, fíggjarleiðari, Landsverk
- Anja Rein, diplomútbúgving innan banka og leiðslu, stjóri, Demich
Nevndin er vald fyri 3 ár.
Johnny í Grótinum og Jan Otto Holm hava verið limir í nevndini í Landsbanka Føroya seinastu 3 árini.