
Visandi til § 31 i tænastumannalógini er avtala gjørd millum Felag Tænastumanna Landsins og Fíggjarmálaraði fyri tíðarskeiðið 1. oktober 2022 til 1. oktober 2025.
Hendan trý ára avtalan byggir á sama karm sum við undanfarin feløg í hesum samráðingarumfarinum: 3,8% fyrsta árið, 4,2% næsta árið og 4,75% triðja árið.
Í avtaluni eru rættindini til barnsferð hjá tænastumonnum staðfest, samsvarandi tí sum aðrir sáttmálapartar hava, og smærri tillagingar eru gjørdar í arbeiðstíðaravtaluni.
Semjan kann lesast her.