Danska ríkisveititingin til føroyska landskassan verður aftur fastfryst. Komandi trý árini verður ríkisveitingin 641,8 mió. kr. Tað er greitt, nú Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, hevur skrivað undir avtalu við Claus Hjort Frederiksen, danska fíggjarmálaráðharran, um árligu donsku ríkisveitingina frá 2017 til 2019.
Við nýggju avtaluni verður árliga ríkisveitingin ikki prístalsviðgjørd longur. Hetta merkir, at veitingin ikki hækkar longur við prís- og lønarvísitalinum hjá danska statinum. Í farna samgonguskeiði hækkaði ríkisveitingin úr 615,5 mió. kr. upp í 641,8 mió. kr.
Sitandi samgonga hevur sett sær sum mál at steðga hækkingini og heldur fastfrysta upphæddina. Nýggja avtalan er í fullum samsvari við málið í samgonguskjalinum frá 14. september 2015: “Ríkisveitingin verður fastfryst beinanvegin. Búskapargrunnurin verður fingin at virka sum barlast til tess at tryggja ein haldføran og sjálvberandi búskap, ið styrkir samhaldsfesti millum ættarlið. Í Búskapargrunnin verða settar eingangsinntøkur, serinntøkur og ein partur av inntøkuvøkstrinum hjá landskassanum, tá ið hallið er vent til avlop. Hetta kann eisini seinni nýtast til at niðurlaða ríksiveitingina.”
Ríkisveitingin í krónum er tann sama sum í 2015, men búskaparvøksturin hevur við sær, at landsstýrið roknar við, at ríkisveitingin minkar niður í 12,9% av samlaðu inntøkum landskassans frá 2016 til 2019. Til samanberingar var ríkisveitingin í 1988 heili 25% av inntøkum landskassans, og í 1990-árunum lá ríkisveitingin um 30% av samlaðu inntøkum landskassans. Týdningurin av donsku ríkisveitingini fyri føroyska landskassan, er sostatt farin niður í helvt seinastu 20 árini. Ríkisveitingin er nú eisini minni enn 4% av árligu føroysku bruttotjóðarúrtøkuni (BTÚ).
Landsstýriskvinnan hevur eisini við nýggju avtaluni tryggja sær møguleikan at minka veitingina enn meira í avtalutíðarskeiðnum, um føroyingar ynskja tað.
Avtalan um ríkisveitingina verður løgd fyri Fólkatingið og Løgtingið til viðgerð og støðutakan í heyst.