15.05.2013 · Fíggjarmálaráðið

Nýggir limir tilnevndir í Skuldarumskipanarnevndina

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevur í dag tilnevnt tey, sum komandi 4 árini skulu sita í Skuldarumskipanarnevndini.

Skuldarumskipanarnevndin virkar sambært løgtingslóg nr. 29 frá 8. apríl 2005 um umskipan av landsskatta-, mvg.- og tollskuld v.m., og hevur heimild til at umskipa skuld, sum fólk hava til landskassan.

Sambært lógini skal landsstýrismaðurin tilnevna ein formann, sum skal vera lógarkønur, ein næstformann, sum skal vera roknskaparkønur og ein nevndarlim, sum skal vera fyrisitingarkønur.

Landsstýrismaðurin hevur gjørt av at tilnevna hesar limir og varalimir:

Limir:
Jógvan Páll Lassen, Tórshavn, formaður (lógarkønur),
Jógvan Emil Nielsen, Vestmanna, næstformaður (roknskaparkønur), og
Nella Festirstein, Argir, nevndarlimur (fyrisitingarkøn)

Varalimir:
Ingi Højgaard, Tórshavn, lógarkønur
Ulla Joensen, Norðskáli, roknskaparkøn, og
Súsanna Leo, Tórshavn, fyrisitingarkøn

Ráðið verður tilnevnt fyri 4 ára í senn, og er í hesum føri tilnevnt fyri tíðarskeiðið frá 17. mai 2013 til 16. mai 2017.


Fíggjarmálaráðið
13. mai 2013