20.02.2007 · Fíggjarmálaráðið

Nýbrot á almenna arbeiðsmarknaðinum.

Semjan millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið fevnir um fimm ár og er nýbrot á almenna arbeiðsmarknaðinum. Við longum sáttmálaskeiðum ber til at fáa ein friðarligari almennan arbeiðsmarknað og orka kann flytast yvir á týðandi økir sum eitt nú førleikamenning

”Nýggja semjan við sjúkrarøktarfrøðingarnar er góð. Líka síðani hetta landsstýrið tók við, hava vit havt sum mál at gera sáttmálar, ið røkka longur tvey ár sum hevur verið vanligt. Nýggja fimm ára semjan brýtur slóð, og vónandi fara fleiri fakfeløg at ganga somu leið, soleiðis at allir partar fáa stundir og frið at arbeiða við øðrum týðandi tættum enn júst lønarspurningum. Eitt nú kunnu vit brúka orku til førleikamenning”.

Soleiðis sigur Bárður Nielsen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, sum gjárkvøldið undirskrivaði sáttmála við Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Søgulig semja
Semjan við sjúkrarøktarfrøðingarnar er søgulig, tí hon fevnir um fimm ár, nevniliga um tíðarskeiðið 1. oktober 2005 til 1. oktober 2010.

Lønarkarmurin um semjuna er umleið 11,6 prosent. Fyrsta árið hækkar lønin 0,9% og annað árið 1,7 prosent. Triðja, fjórða og fimta árið hækkar lønin 3 prosent árliga. Semja er eisini um at hækka eftirlønargjadið í stigum, so tað í 2009 er 15 prosent. Harumframt eru broytingar framdar í lønarstiganum hjá sjúkrarøktarfrøðingunum.

Nýggjar leiðreglur um almenna lønarlagið
Eitt treytað protokollat er partur av semjuni við Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Í stuttum merkir protokollatið, at Fíggjarmálaráðið saman við fakfeløgunum vil finna fram til almennar reglur um, hvussu almenn størv skulu verða flokkað og lønt.


Argir, tann 20. februar 2007
Fíggjarmálaráðið


Fíggjarmálaráðið hjálpir við faktuellum spurningum til omanfyri nevnda mál. Viðmerkingar fáast frá Bárði Nielsen, landsstýrismanni við fíggjarmálum, á telefon 352020.

Semja millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið