31.05.2010 · Fíggjarmálaráðið

Nú kemur lív í aftur Húsalánsgrunnin

Nú verður blást lív í aftur Húsalánsgrunnin, sum hevur verið meira ella minni lívleysur seinastu mongu árini. 1. august fer Húsalánsgrunnurin út á føroyska bústaðarmarknaðin við tilboðum um lagaliga fígging til tey, sum ætla sær at gera størri og smærri umvælingar og ábøtur á bústaðin, soleiðis at orkunýtslan verður minni.

Orsøkin til at Húsalánsgrunnurin kann veita lagaliga fígging er m.a., at eigarin ikki krevur avkast frá grunninum, Húsalánsgrunnurin rindar ikki skatt, Húsalánsgrunnurin hevur lítla umsiting, eins og grunnurin ikki skal rinda rentu fyri innlán í grunninum. Húsalánsgrunnurin kann tí svara sínar skyldur og forrenta eginkapitalin við at veita lagalig orkulán á føroyska bústaðarmarknaðinum.

Húsalánsgrunnurin er eitt bústaðarpolitiskt amboð hjá politiska myndugleikanum at røkka ymsum málum á føroyska bústaðarmarknaðinum, sum ikki verða rokkin nóg væl og skjótt undir vanligum marknaðarfortreytum. Endamálið við Húsalánsgrunninum verður nú at veita føroyskum bústaðareigarum eitt gott tilboð, soleiðis at tað verður møguligt at minka um oljunýtsluna. Tað fer at gera gerandisdagin lættari hjá føroysku húsarhaldunum.

Fyri føroyska samfelagsbúskapin merkir hetta m.a., at føroyska oljunýtslan og CO2-útlátið fer at minka, samstundis sum handilsjavnaúrslitið verður betri. Í hesum tíðum fer hetta tiltakið eisini at fáa stóran týdning fyri virksemið í føroyska búskapinum.

At Húsalánsgrunnurin nú við fullari megi fer út á føroyska bústaðarmarknaðin við lagaligum orkulánum fer at fáa stóran týdning fyri virksemið í byggivinnuni her á landi. Gjaldførið í Húsalánsgrunninum er góðar 300 mió. kr., sum nú fara í umfar í føroyska samfelagsbúskapinum. Hetta fer sjálvandi at skapa nógv virksemið í føroysku handverkara- og byggivinnuni.

Lógin um Húsalánsgrunnin er skrúvða soleiðis saman, at tað lættliga ber til at seta nýggjar heimildir inn í lógina, um politiski myndugleikin eisini ynskir at røkka øðrum málum á føroyska bústaðarmarknaðinum.

Farið verður nú í holt við at fyrireika nýggja endamálið við Húsalánsgrunninum niður í smálutir, soleiðis at grunnurin verður klárur við nýggja útlánsvirkseminum 1. august í ár.

Fíggjarmálaráðið, 31. mai 2010