14.07.2010 · Fíggjarmálaráðið

Nú gongur rætta vegin í føroyska samfelagsbúskapinum

Tað gongur spakuliga framá í føroyska samfelagsbúskapinum. Tað siga vinna og brúkarar í nýggjastu konjunkturkanningini í føroyska konjunkturbarometrinum, sum var gjørd í farna mánað. Samlaða vísitalið er 8 í nýggjastu konjunkturkanningini, og er hetta fyrstu ferð í meira enn tvey ár, at vísitalið, tað sokallaða treystitalið, er positivt.

Samlaða vísitalið var heilt niðri á -29 í januar 2009, men er síðan støðugt hækkað og er nú komi upp um nullstrikuna aftur. Hetta merkir, at støðan og metingarnar um framtíðina sum heild eru jaligar, bæði í vinnuni og millum fólk annars.

Tað er serliga í tilfeingisvinnuni og handilsvinnuni, at hýrurin er jaligur. Stórur vøkstur er í bíleggingunum í tilfeingisvinnuni, sum umboðar fiskivinnuna og størsta partin av føroyska útflutningsvirðinum, og tilfeingisvinan hevur tí góðar vónir um vøkstur í virkseminum og framleiðsluni komandi árið. Sama er galdandi fyri heimligu handilsvinnuna. Handilsvinnan hevur havt stóran vøkstur í søluni í seinastuni og væntar, at vøksturin í søluni fer at halda fram komandi 12 mánaðirnar.

Hóast hýrurin í tænastuvinnuni var eitt sindur betri fyri hálvum ári síðan, so er hann framvegis jaligur. Eftirspurningurin í tænastuvinnuni hevur verið rættiliga støðugur seinastu tíðina, men hann fer væntandi at minka nakað komandi tíðina.

Hýrurin í byggivinnuni og millum føroyska brúkaran er framvegis eitt sindur neiligur, men her gongur rætta vegin. Byggivinnan var serstakliga svartskygd í januar 2009, tá ið vísitalið í byggivinnuni var heilt niðri á minus 80. Síðan tá er hýrurin í byggivinnuni batnaður munandi. Í nýggjastu konjunkturkanningini var vísitalið hjá byggivinnuni komi heilt upp á minus 5. Nakað tað sama ger seg galdandi hjá føroyska brúkaranum. Her er vísitalið fari úr minus 29 í juni 2008 upp á minus 3 í juni í ár.

Samanumtikið kann sigast um úrslitið av nýggjastu konjunkturkanningini, at eftirspurningurin eftir arbeiðsmegi í føroyska samfelagsbúskapinum fer at økjast komandi árið.

Niðanfyri er stutt lýsing av úrslitunum av konjunkturkanningunum fyri brúkaran og hvørja einstaka vinnugrein

Tilfeingisvinnan
Vísitalið hjá tilfeingisvinnuni, sum umboðar fiskivinnuna og størsta partin av útflutningsvinnuni, er farið nógv upp í nýggjastu konjunkturkanningini. Vísitalið hjá tilfeingisvinnuni fór úr 3 upp á 18 frá januar til juni í ár. Tað er serliga vøksturin í bíleggingunum, sum fær vísitalið hjá tilfeingisvinnuni so nógv upp í nýggjastu konjunkturkanningini. Annars er tað støddin á goymsluni og vónirnar um økta framleiðslu, sum ávirka vísitalið hjá tilfeingisvinnuni uppeftir. Tilfeingisvinnan hevur seinasta árið tillagað goymsluna og goymslan er nú í minna lagi. Øktur eftirspurningur og fleiri bíleggingar ávirka tí beinanvegin tilfeingisvinnuna við øktari framleiðslu, vaksandi arbeiðstørvi og hækkandi søluprísi.

Tænastuvinnan
Tænastuvinnan er einasta vinnugrein, sum hesuferð hevði eitt lítið fall í vísitalinum. Vísitalið hjá tænastuvinnuni er frá januar til juni í ár, fallið úr 4 niður á 2, sum tó er hægri enn tað fyri einum ári síðan, tá ið vísitalið hjá tænastuvinnuni var minus 3. Orsøkin til afturgongdina í vísitalinum hjá tænastuvinnuni er, at samlaði eftirspurningurin hjá tænastuvinnuni hevur staðið í stað, samstundis sum tænastuvinnan nú væntar eina afturgongd í eftirspurnginum komandi árið. Hetta kann vera tí at tað almenna fremur stórar sparingar í rakstrinum, og tí fer tað almenna at keypa færri tænastur frá privatu tænastuvinnuni.

Handilsvinnan
Eftir eina ógvusliga afturgongd í handilsvinnuni seinna hálvárið 2008 og fyrra hálvarið 2009 er støðan nú heilt øðrvísi. Vísitalið hjá handilsvinnuni hevur gjørt eitt risalop seinasta árið, úr minus 52 í juni 2009 upp í pluss 16 í juni í ár. Tað er serliga seinasta hálvárið, at framgongdin í søluni hjá handilsvinnuni hevur verið stór. Handilsvinnan hevur nú eisini nógv betri vónar um at sølan fer at halda fram við at vaksa, samstundis sum støddin á vørugoymsluni er á góðari leið.

Byggivinnan
Tað sær nú nógv ljósari út í byggivinnuni eftir ógvusligu afturgongdina í virkseminum í 2008 og 2009. Vísitalið hjá byggivinnuni fall heilt niður í minus 80 í januar 2009, men er so líðandi komi upp aftur og var á minus 5 í nýggjastu konjunkurkanningini. Tað eru fleiri bíleggingar og vaksandi tørvur á arbeiðsmegi, sum er orsøkin til, at vísitalið hjá byggivinnuni kemur uppaftur.

Brúkarin
Brúkarin er vorðin alsamt meiri bjartskygdur eftir, at vísitalið hjá føroyska brúkaranum var heilt niðri á minus 29 í januar 2008. Síðan tá er vísitalið so líðandi komi uppaftur á minus 3, sum tað var í juni í ár. Føroyski brúkarin væntar nú, at arbeiðsloysið fer at minka, og brúkarin hevur annars betri vónir um føroyska búskapin komandi árið.

Tað verða nakað færri, sum ætla at keypa ella byggja nýggj hús komandi árið, meðan eftirspurningurin eftir bilum verður á leið tann sami. Harafturímóti eru tað fleiri, sum ætla at gera størri ábøtur á húsini komandi árið, samstundis sum nýtslan annars, eisini fer at vaksa.

Samlaða úrslitið av konjunkturbaormetrinum er at síggja á heimasíðuni hjá Fíggjarmálaráðnum: www.fmr.fo

Brúkarar og vinna tilsamans

Tilfeingisvinnan

Tænastuvinnan

Handilsvinnan

Byggivinnan

Brúkarar