Eg haldi á allan hátt, at almenni arbeiðsmarknaðurin er vorðin munandi meira einsháttaður og skipaður, nú tey fimm stóru feløgini hava valt at samráðast saman. Hetta ger tey sjálvandi sterkari, men tað ger eisini okkara uppgávu sum arbeiðsgevari tað lættari, at vit ikki skulu ígjøgnum fimm krevjandi samráðingar, men bert ta einu. Vónandi fer tað, sum tíðin líður, at leggjast fleiri feløg til henda bólkin.
Eftir at sáttmálasamráðingarnar eru loknar, hava verið ymsar útmeldingar um úrslitið. Eg fari ikki her at viðmerkja hetta, men bert staðfesta, at nú fyriliggur eitt úrslit av fríum og frælsum samráðingum, sum vit nú øll skulu virða og liva við. Soleiðis skal tað bara vera.
Onkur heldur, at sáttmálahækkingin upp á 1% í eitt ár er ov høg sæð í mun til fíggjarstøðuna hjá landinum og hjá kommununum, meðan aftur onnur halda, at hetta er ein alt ov lítil lønarhækking.
Hyggja vit eftir inflasjónini seinastu 9 mánaðirnar, so hevur henda verið akkurát 1%. Tað vil við øðrum orðum siga, at keypiorkan hjá hesum løntakarum reint faktisk ikki er hækkað, og tí er hækkingin sæð í tí ljósinum rættvís. Lønarhækkingin er bert ein inflasjóntrygging.
Men orsøkin til henda greinastubban er nú ein heilt onnur.
Eg vil bert siga, at eg eri ótrúliga errin av tykkum sum fakfeløg, at tit vístu so stórt samfelagssinni, at tit ikki blakaðu landið út í eitt lemjandi verkfall, tá semingsuppskotið varð vrakað seint mánadagin. Hetta vísir, at tit sum fakfelagsforkvinnur og fakfelagsformenn eru tykkara uppgávu fult vaksin.
Tit settu samfelagið fremst, tá tit valdu at halda áfram við samráðingunum og enntá so leingi, at vit náddu eina semju. Tit vístu yvirskot til at hugsa um onnur enn tykkum sjálvi.
Jóannes Eidesgaard
landsstýrismaður