29.10.2003 · Fíggjarmálaráðið

Norðurlendsku fíggjarmálaráðharrarnir havt fund

Tíðindaskriv


Mánadagin 27. oktober 2003 var landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Karsten Hansen, á hálvárligum fundi í Oslo við hinar figgjarmálaráðharrarnar í norðurlondum. Fundurin var
um morgunin, áðrenn Norðurlandaráðið varð sett seinnapartin.

Hesaferð var tað norski fíggjarmálaráðharrin, Per-Kristian Foss, sum var vertur fyri fundin.

Á dagsskránni var millum annað gongdin í altjóða búskapinum.

Niðurstøðan var, at enn hevur lágkonjunktururin ikki vara leingi, og at tað bert eru veik tekin um, at gongd kemur aftur í altjóða búskapin.

Framgongdin í amerikanska búskapinum stavar bert frá stimbrandi búskaparpolitikki. Evropeisku londini hava trupulleikar við stórum hallum á almennu fíggjarlógunum. Norðurlond eru betri fyri, tí tey hava fyrireika seg betri til lágkonjunkturin.

Ein stórur trupulleiki hjá ES-londunum er, at tey hvør sær ikki hava livað upp til strongu krøvini tey hava sett sær um avlop í landsins fíggjarlógum.

Avgjøldini á tubbaki og rúsdrekka fingu drúgva umrøðu á fundinum.

Norðurlond hava leingi verið undir trýsti frá ES, tí londini leggja stór avgjøld á tubbak
og rúsdrekka. Ein pakki við 20 sigarettum kostar umleið 60,- kr. í Noreg, umleið 34,- kr.
í Føroyum og umleið 30,- kr. í Danmark. Orsøkin til at sigarett pakkin er bíligast í
Danmark er, at Danmark stutt síðan lækkaði avgjøldini á tubbaki og rúsdrekka.

Ein vandi við høgu avgjøldunum er, at nógv verður smuglað. Ein trailaralast við
sigarettum gevur milliónavinning í Noreg. Smuglingin er serliga ein trupulleiki hjá
londum, har nógvir møguleikar eru at koma um landamørkini.

Ein orsøk til, at Danmark lækkaði avgjøldini á sigarettum og rúsdrekka er, at nógvir
danir fóru til Týsklands at keypa rúsdrekka og sigarettir, tí hetta var nógv bíligari.
Tað kemur tí rættiliga óvart, at týskarar í næstum fara at hækka avgjøldini á tubbaki, soleiðis at ein pakki við 20 sigarettum verður 7,- kr. dýrari í Týsklandi. Týskland hevur eisini ætlanir um at hækka avgjøldini á rúsdrekka.

Heilsuavgjøld eru tí ovarlaga á breddanum í fleiri londum í dag.

Argir 29. oktober 2003

Fíggjarmálaráðið