Jørgen Niclasen leggur upp til at broyta dupultskattaavtaluna millum Norðurlond soleiðis, at tað ikki verður máað burtur av fíggingini til vælferð føroyinga
Á fundi í Reykjavík fríggjadagin 6. juni umrøddu fíggjarmálaráðharrarnir úr Føroyum og Íslandi, Jørgen Niclasen og Bjarni Benediktsson, norðurlendsku dupultskattaavtaluna og broytingarnar, ið Føroyar ynskja verða gjørdar í henni.
Ísland hevur formansskapin í norðurlendsku nevndini fyri fíggjarmálaráðharrar, sum eisini viðgerð norðurlendsku dupultskattaavtaluna.
Jørgen Niclasen setti síðsta heyst í Norðurlandaráðnum fram ynski um, at avtalan verður eftirkannað, og á fundinum í Reykjavík samdust Jørgen Niclasen og Bjarni Benadiktsson um arbeiðsetningin fyri hesa eftirkannan.
Arbeiðssetningurin verður nú sendur embætisbólkinum undir norðurlendska ráðharraráðnum fyri fíggjarmálaráðharrar.
Lagt verður upp til, at embætisfólkini t.d. skulu koma fram til hvørji lond, ið skulu kannast, og hvørjar upplýsingar skulu fáast til vega.
Eitt nú er hugsandi, at kannast skal, hvussu nógvir borgarar í ymsu londunum hava arbeiði í einum øðrum norðurlandi, og hvussu stór útlendska inntøkan er. Harumframt hvussu nógvan skatt hesir borgarar gjalda úti og heima.
Eisini er hóskandi at vita, hvussu nógvir persónar arbeiða í einstaka landinum men búgva í einum øðrum norðurlandi, og hvussu nógvan skatt persónarnir gjalda í arbeiðslandinum.
Orsøkin til, at Føroyar vilja hava hetta kanningararbeiði sett í verk, er, at landsstýrið arbeiðir við at fáa broytt dupultskattaavtalurnar millum Føroyar og onnur norðurlond, tí tær stríða ímóti grundtankanum um, hvussu vælferðartænastur verða fíggjaðar í okkara parti av heiminum.
- Vælferðartænastur eru skattafíggjaðar, og tað eru brúkararnir á staðnum, sum gjalda fyri tænasturnar. Norðurlendska dupultskattaavtalan brýtur við henda grundtanka. Hon ásetur, at skattur skal rindast har, sum han verður forvunnin, og ikki har, ið skattgjaldarin býr. Á henda hátt verður máað burtur av fíggjarliga grundarlagnum undir vælferðini, eisini her í Føroyum. Tað má broytast, sigur Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri.
Hann leggur afturat:
- Um tað vísir seg at vera útbreitt, og at norðurlendskir borgarar í stóran mun arbeiða og njóta gott av vælferðartænastum í einum landi men gjalda sín skatt í einum øðrum, so eiga embætisfólkini at koma við einum uppskoti um, hvat ið gerast kann við hesa avbjóðing, sigur fíggjarmálaráðharrin.