16.11.2010 · Fíggjarmálaráðið

Nes kommuna undir álíkning í skuld

Nes kommuna er komin undir álíkningina í skuld. Hetta fráboðaði Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður umboðum fyri kommununi á fundi í Fíggjarmálaráðnum. Herdu fíggjartreytirnar, sum landsstýrismaðurin sambært kommunustýrislógini kann geva skuldarbundnum kommunum, kunnu tí ikki longur áleggjast Nes kommununi.

Orsøkin til at Nes kommuna er komin undir álíkning í skuld er góð fíggjarlig úrslit í hesum árinum.

Nes kommuna er triðja kommunan, sum kemur undir álíkningina í skuld í 2010. Fyrr í árinum komu Runavíkar og Sunda kommunur undir álíkningina í nettoskuld.


Argir, tann 16. november 2010


Fíggjarmálaráðið