Nú heimild er fingin til at endurrinda MVG, hevur Bústaðir møguleika at byggja bíligari leigubústaðir
Løgtingið hevur við 3. viðgerð hin, 2. mai, eftir uppskoti frá landsstýrismanninum í fíggjarmálum, broytt MVG-lógina.
Ikki færri enn 31 tinglimir atkvøddu fyri lógarbroytingini. Broytingarnar bera í sær, at MVG kann endurrindast við bygging av leigubústøðum. Uppskotið javnsetur harvið leigubústaðir við eigarabústaðir. Lógin er eisini ætlað lestrarbústøðum, vardum leigubústøðum og ferðvinnuleigubústøðum, soleiðis at hesir bústaðir eisini eru fevndir av reglunum um endurrindan av MVG.
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, fegnast um, at nú kann m.a. Bústaðir - http://www.bustadir.fo - fara undir at byggja leigubústaðir og harvið stimbra ein meira fjøltáttaðan bústaðarmarknað.
- Uppskotið fær væntandi góða búskaparpolitiska ávirkan og fer eisini at stimbra eftirspurningin á byggimarknaðinum. Okkara mál er, at vøkstur skal spyrjast burturúr, sigur Jørgen Niclasen.
Lógin fer eisini framhaldandi at geva samkomum o.ø. møguleika at fáa MVG-endurgjald fyri bygging til 31. desember 2015.
Les alla løgtingsviðgerðina av uppskotinum her: http://www.logting.fo/casenormal/viewState.gebs?caseState.id=13159&menuChanged=16
Fíggjarmálaráðið 4. mai 2013