08.08.2006 · Fíggjarmálaráðið

Munadyggari fyrisiting við mál- og avriksstýring

Landsstýrið setir nú í verk mál- og avriksstýring fyri landsins stovnar. Endamálið er at effektivisera føroysku fyrisitingina.

Stýringin á landsins stovnum verður frameftir meiri málrættað, tá mál- og avriksstýring er farin at virka í almennu fyrisitingini. Landsstýrið hevur samtykt at seta slíka stýring í verk á landsins stovnum

Munadyggari fyrisiting
Í stuttum er endamálið við mál- og avriksstýring at fáa eina munadyggari, t.e. effektivari, fyrisiting í Føroyum. Sum mest skal fáast burtur úr landsins búskapartilfeingi, og samsvar skal vera millum politiskar ætlanir og uppgávurnar, hin einstaki stovnurin skal loysa.

Fíggjarmálaráðið hevur seinastu árini arbeitt miðvíst við at seta í verk munadygga fíggjarstýring. Grundskrásetingarnar í sambandi við roknskaparviðurskiftini eru nú á so høgum stigi, at møguligt er at fara víðari við miðvíst at stýra almenna virkseminum, so fyrisitingin gerst munadyggari.

“Føroyski skattaborgarin kann fegnast. Sum mest skal fáast burtur úr hvørjari skattakrónu, og tað er tí í samsvar við ætlanina hjá landsstýrinum at seta mál- og avriksstýring í verk”, sigur Bárður Nielsen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.

Avrikssáttmálar eru høvuðsamboð
Einstaka stjórnarráðið skal saman við einstaka stovninum seta yvirskipað mál fyri ábyrgdarøkini, stovnurin er settur at røkja. Yvirskipaðu málini kunnu greinast sundur í lutmál, sum áseta úrslitini, ið skulu røkkast, so yvirskipaða málið verður nátt. Undir einum verður tað nevnt mál- og avriksstýring.

Høvuðsamboðið er ein avrikssáttmáli, sum er ein skrivlig avtala millum stjórnarráð og stovn um mál og úrslit í einum fíggjarári.

Fleiri góðar grundir
Grundgevingarnar fyri at brúka sáttmálastýring eru fleiri:

• Skapa fyritreytir fyri, at alment virksemi verður rikið munadygt
• Bøta um samskiftið við brúkaran
• Økja innlitið í virksemið hjá stovninum
• Bøta um samskiftið millum stjórnarráð og stovn
“Avrikssáttmálarnir skapa møguleika fyri, at almenna virksemi verður rikið munadygt. Leiðslu og starvsfólk fáa felags fatan av, hvussu málini og avrikini kunnu verða rokkin. Eisini birtir sáttmálin upp undir, at størri dentur verður lagdur á tær uppgávur, sum skulu loysast”, sigur Bárður Nielsen, landsstýrismaður.

Fyrstu aðalráðini at fara undir mál- og avriksstýring verða Løgmansskrivstovan og Fíggjarmálaráðið. Stovnarnir í Fíggjarmálaráðnum, Toll- og Skattstova Føroya og Føroya Gjaldstova eru farnar undir arbeiðið.



Argir, tann 08. august 2006

Fíggjarmálaráðið