27.04.2011 · Fíggjarmálaráðið

Móttøka í sambandi við, at Petur Alberg Lamhauge leggur frá sær sum fíggjarmálastjóri

Í sambandi við, at Petur Alberg Lamhauge, fíggjarmálastjóri gevst sum aðalstjóri í Fíggjarmálaráðnum 31. apríl 2011, verður almenn móttøka í Fíggjarmálaráðnum fríggjadagin 29. apríl 2011 frá kl. 15.00 – 17.00.

Argir, tann 27. apríl 2011
Fíggjarmálaráðið