22.05.2010 · Fíggjarmálaráðið

Meira enn 20% av skrásetingaravgjaldinum á bilar er umhvørvisavgjald

Ein lutfalsliga stórur partur av avgjøldunum, tá føroyingar keypa og skráseta nýggjar bilar, eru nú sokallaði umhvørvisavgjøld. Í 2009 vóru 25% av avgjøldunum, sum komu í landskassan við skráeting av nýggjum bilum, umhvørvisavgjøld, og higartil í ár hevur hesin parturin verið 23%. Føroyar teljast tí millum fremstu lond um okkara leiðir, tá tað snýr seg um at verja umhvørvið umvegis umhvørvisavgjøld á bilar.

Í skjótt tvey ár hevur nýggj lóg um skrásetingargjald á bilar verið í gildi í Føroyum. Endamálið við lógini er at leggja í minsta lagi 20% av avgjaldinum, sum fyrr bert varð goldið av virðinum á bilinum, yvir á CO2-útlátið frá bilinum. Skipanin er skrúva soleiðis saman, at minni bilurin dálkar, lutfalsliga minni verður goldið í umhvørvisavgjøldum, og meira bilurin dálkar, luftalsliga meira verður goldið í umhvørvisavgjøldum.

At umhvørvisparturin er minni í ár enn í fjør, er tekin um, at bilkeyparar síggja møguleikan í at spara pening við at keypa ein meira umhvørvisvinarligan bil framm um ein minni umhvørvis¬vinarligan. Tað er eisini endamálið við umhvørvisavgjøldunum.

Fíggjarmálaráðið, 22. mai 2010