Týsdagin 15. mai tók Magni Laksáfoss við sum nýggjur landsstýrismaður í fíggjarmálum.
Á hátíðarligari samkomu í Tinganesi 15. mai tilnevndi løgmaður Magna Laksáfoss nýggjan landsstýrismann í fíggjarmálum. Aftaná hetta varð farið í fíggjarmálasætið í Traðagøtu 39, har starvsfólkið í Fíggjarmálaráðnum og stovnum undir ráðnum ynsktu nýggja landsstýrismanninum vælkomnan í sessin.
Magni Laksáfoss er útbúgvin búskaparfrøðingur (cand.polit) frá Keypmannahavnar Universiteti. Hann hevur undirvíst á Fróðskaparsetrinum, og var hann, áðrenn hann varð tilnevndur landsstýrismaður, í ferð við at skriva Phd-ritgerð um føroyskan búskap. Hann hevur harumframt verið limur í Búskaparráðnum í fleiri ár, men hevur tó vegna starvið sum landsstýrismaður sagt frá sær sessin í Búskaparráðnum.
Magni er giftur við Bodil Hentze Laksáfoss og hava tey tvær døtur. Familjan Laksáfoss býr í Streymnesi.
Fíggjarmálaráðið 15. mai 2007