04.02.2010 · Fíggjarmálaráðið

Lønir og skattir góða byrjan í ár

Nú fyrsti mánaðin er farin av 2010, kann staðfestast, at januar í ár hevur verið tann besti januar mánaðin seinastu fýra árini, tá tað snýr seg um lønar og skattgjaldingar. Í januar í ár vóru goldnar 609 mió. kr. í lønum umvegis a-skattaskipanina, landsskatturin var góðar 109 mió. kr. og kommunuskatturin var góðar 100 mió. kr.

Tað kann sjálvandi tykjast løgið, at lønargjaldingarnar eru hægri, samstundis sum arbeiðsloysið er vaksandi. Nakrar av forkláringunum eru, at tey arbeiðsleysu nú verða væl loftaði av arbeiðsloysisskipanini. Tí minkar inntøkan hjá teimum, ið gerast arbeiðsleys, ikki altíð so nógv. Tað, sum hevur fingið samlaða lønarmassan at vaksa, eru betri fiskaprísir og sáttmálahækkingar. Í januar í ár hava fiskaprísirnir verið væl betri enn í januar í fjør, tí eru hýrirnar eisini hægri, samstundis sum sáttmálalønirnar eru hækkaðar seinasta árið. Enn er bert talan um fyrsta mánaðin av 2010, tí skulu tølini sjálvandi takast við fyrivarni.

Hóast innflutningurin framvegis er minkandi, eru tekin um vøkstur í privatu nýtsluni. Meirvirðisgjaldsinntøkur landskassans eru tær somu sum í januar í fjør, men inntøkurnar av skrásetingargjaldi av bilum eru nógv størri fyrsta mánaðin í ár samanborið við somu tíð í fjør.

Samanberingar

Seinastu 12 mánaðirnir

Seinastu 6 mánaðirnir

Innflutningsavgjøldini

Umsetningsavgjøldini