Lene Espersen, danskur búskaparmálaráðharri, kemur fyrrapartin hósdagin á arbeiðsvitjan í Føroyum. Lene Espersen skal hitta Jóannes Eidesgaard, landsstýrisman í fíggjarmálum.
Einaferð um árið er fundur millum danska búskaparmálaráðharran og landsstýrismannin í fíggjarmálum. Á fundunum verður kunnað um búskaparstøðuna í londunum báðum. Á fundinum hósdagin verða báðir hjálparpakkarnir til peningastovnarnar eisini umrøddir.
Hesir fundir hava verið hildnir síðani 1998.
Við á ferðini er eisini Nils Bernstein, stjóri í Tjóðbankanum. Fríggjamorgunin verður fundur millum landsstýrismannin og Tjóðbankan. Umboðini fyri Tjóðbankan skulu eisini hitta Felagið Føroyskir Peningastovnar.
Fleiri upplýsingar frá Inu Hammershaimb, fulltrúa í Fíggjarmálaráðnum, tel. 552005 ella frá Erik Ljunggren, miðlaráðgeva hjá Lene Espersen, tel. (+45) 33923115.
Argir, 5. august 2009
Fíggjarmálaráðið