Landsstýrið og samgongan vilja, at fleiri leigubústaðir verða bygdir í Føroyum.
Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum leggur í dag fram lógaruppskot um at leingja freistina at fáa endurgoldið meirvirðisgjald, tá leigubústaðir verða bygdir, til 31. desember 2019.
Møguleikin at fáa meirvirðisgjaldið endurgoldið merkir, at kostnaðurin av bygging av leigubústaðum gerst 20% bíligari enn annars. Hetta ger tað aftur møguligt, at leiga ein bústað til lægri kosnað enn annars, og ger tað meira fíggjarliga áhugavert at byggja leigubústaðir kring landið.
"Tað hevur sera stóran týdning fyri trivnaðin og framgongdina í føroyska samfelagnum, at vit fáa eitt fjølbroytt útboð av góðum leigubústøðum. Vit vilja tí, at bygdir verða fleiri leigubústaðir til rímiligan kostnað, fleiri lestrarbústaðir og fleiri vardir bústaðir. Hetta er ein av lyklunum til, at geva øllum møguleika at fáa ein góðan bústað uttan at seta seg í stóra skuld, at fáa lyft fólk úr fátækraváða, og at geva lesandi og fólkum við serligum avbjóðingum betri umstøður í Føroyum." sigur Kristina Háfoss landsstýriskvinna í fíggjarmálum.
Treytirnar fyri, at fáa meirvirðisgjaldið endurgoldið, tá leigubústaðir verða bygdir eru, at tað skulu vera í minsta lagi tvær leiguíbúðir í hvørjari byggiverkætlan. Í minsta lagi ein íbúð - ella í minsta lagi 10%, tá ið talan er um verkætlanir við nógvum íbúðum - skulu vera atkomiligar og skulu kunna nýtast av fólki í koyristóli.
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald