24.11.2003 · Fíggjarmálaráðið

Landsstýrismaðurin vísur álvarsamari skuldseting aftur

Landsstýrismaður vísir álvarsamari skuldseting aftur


Karsten Hansen, landsstýrismaður við fíggjarmálum, vísir staðiliga aftur, at hann skal hava villeitt Føroya Løgting. Hann harmast um,
at tíðindablaðið Dimmalætting setur fram eina so álvarsama
skuldseting, sum einki hald hevur í veruleikanum.

“Hóast eg havi breiðan rygg, kenni eg meg at hava fingið órímiliga viðferð í hesum máli. Skuldsetingin um, at eg skal hava villeitt Løgtingið, er álvarsom,
men hon hevur einki hald í veruleikanum. Kortini sleppi eg ikki í blaðnum at
gera viðmerkingar til skuldsetingina. Dimmalætting letur harnæst eisini lesarum sínum rangar upplýsingar”, sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður við fíggjarmálum,
ið harmast tilburðin.


Hann sipar beinleiðis til eini høvuðstíðindi í Dimmalætting tann
17. november 2003. Í stórt uppsettari forsíðugrein skrivar blaðið, at landsstýrismaðurin við fíggjarmálum hevur villeitt Løgtingið í sambandi við eitt lógaruppskot frá 11. november um at leggja avgjald á sodavatn, søtar keks og beriposar. Sambært blaðnum dýrkað søtar keks meira, enn landsstýrismaðurin skal hava
upplýst fyri Løgtinginum.


Niðurstøðan hjá blaðnum er, at landsstýrismaðurin hevur villeitt Tingið.


“Hetta er ein skeiv niðurstøða, tí eingin villeiðing er farin fram”, sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður.


Dømir
Tíðindablaðið skrivar m.a. soleiðis við støði í einum dømi:


”Eitt dømi er ein pakki av Homeblest 200 gr, sum í dag kostar millum 11,95 og 13,95. Hesin pakkin fer 1. januar at kosta millum 19,95 - 22,95 krónur, alt eftir um vøran er keypt frá einum keypmanni ella einari kiosk, um uppskotið verður samtykt í verandi líki”.


Upplýsingarnar hjá Dimmalætting stava eftir øllum at døma frá Vinnuhúsinum


Fíggjarmálaráðið hevur fingið upplýst frá Toll- og Skattstovu Føroya, at nevndi pakki av Homblest 200 gr. keks dýrkar áleið 4,70 krónur orsakað avgjaldshækkingini.


Dimmalætting skrivar eisini, at eitt nú sonevndar grønar keks, sum formliga eita Viscount, fara at kosta nærum tvífalt so nógv, eftir at avgjald kemur á tær eftir nýggjár


Toll- og Skattstovu Føroya upplýsir, at ein tílíkur keksapakki dýrkar áleið 3,25 krónur orsakað av avgjaldshækkingini.


Tey veruligu tølini vísa sostatt, at ætlaða avgjaldið ikki dýrkar nevndu vørur eins nógv, og Dimmalætting skrivar. Tann sannroynd, at vørurnar kosta meira, enn Toll- og Skattstova Føroya upplýsir, tá vørurnar liggja til keyps í handlunum, kann landsstýrismaðurin við fíggjarmálum ikki lastast fyri.


Grov skuldseting
Landsstýrismaðurin við fíggjarmálum setir spurnartekin við mannagongdina hjá Dimmalætting í sambandi við forsíðuna um, at Løgtingið skal vera villeitt.


”Skuldsetingin um at villeiða Løgtingið er hin mest álvarsama, ein landsstýrismaður kann fáa móti sær, og tí havi eg krav uppá at koma til orðanna í greinini. Henda møguleika fekk eg tó ongantíð, og tað er í stríð við góðan fjølmiðlasið. Tað er eisini í stríð við góðan fjølmiðlasið, at blaðið ber lesarum sínum rangar upplýsingar”, sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður.


Karsten Hansen vísir staðiliga aftur, at hann skal hava villeitt Føroya Løgting.