23.07.2009 · Fíggjarmálaráðið

Landsstýrismaðurin velur ikki formannin í Búskaparráðnum

Kári á Rógvu, løgtingsmaður finst í Kringvarpinum at landsstýrismanninum í fíggjarmálum í sambandi við formansvalið í Búskaparráðnum. Tað er ikki landsstýrismaðurin, sum velur formannin í Búskaparráðnum. Ráðið skipar seg sjálvt.

Fróðskaparsetrið innstillar seks uppskot, sum landsstýrismaðurin í fíggjarmálum síðan velur tríggjar limir í Búskaparráðið burturúr. Fróðskaparsetrið skal sjálvsagt syrgja fyri, at tey uppskotini, sum Setrið kemur við, liva upp til ásetingarnar í lógini.

Nývaldi formaðurin í Búskaparráðnum hevur sambært Kringvarpinum egnu privatu ráðgevingarstovu. Seinasti formaðurin í ráðnum var fyrrverandi bankastjóri, tveir formenn hava verið stjórar á Hagstovuni, sum er stovnur undir Fíggjarmálaráðnum, og tann fjórði var deildarleiðari í Føroya Banka.

Landsstýrismaðurin ynskir Thomas Dam tillukku við útnevningi sum formaður í hesum týdningarmikla ráðið, eins og hann ynskir ráðnum góðan arbeiðshug.


Jóannes Eidesgaard
landsstýrismaður