25.06.2009 · Fíggjarmálaráðið

Landsstýrismaðurin valt nýtt Búskaparráð

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur í dag valt:

Duritu Tausen, cand. scient. oeceon.,
Gunn Danielsen, cand. polit. og
Thomas Dam, MSc Financial Management and International Trade.

í nýggja Búskaparráðið. Búskaparráðið skipar seg sjálvt við formanni.

Uppgávan hjá Búskaparráðnum er at fylgja við búskaparligum viðurskiftum í landinum og koma við óheftari búskaparligari ráðgeving og frágreiðingum um búskaparligu gongdina. Búskapar¬ráðið ger árliga tvær konjunkturfrágreiðingar, sum verða almannakunngjørdar 1. mars og 1. september. Búskaparráðið kann harumframt gera temafrágreiðingar og ráðgeva landsstýrinum í øðrum málum.

Valskeiðið hjá Búskaparráðnum er 4 ár frá 1. januar 2009 at rokna. Av tí at lógin um Búskapar¬ráðið ikki var lýst fyrr enn 11. mai 2009, verður valskeiðið hjá hesum fyrsta Búskaparráðnum, eftir nýggju, lógini nakað styttri, frá 1. juli 2009. Víst verður annars til løgtingslóg nr. 50 frá 11. mai 2009 um Búskaparráð.



Fíggjarmálaráðið, 25. juni 2009