Almenni fráfaringaraldurin fer upp í 70 ár.
Almenn starvsfólk kunnu nú velja at halda fram í starvinum, til tey verða 70 ár. ”Í einari tíð, har arbeiðsgevarar sóknast eftir arbeiðsmegi, er rætt og rímiligt, at tey, sum hava hug at halda fram á arbeiðsmarknaðinum eftir 67 ára aldur, fáa tann møguleikan”, sigur Magni Laksáfoss, landsstýrismaður í fíggjarmálum
Við virknaði frá 1. november 2007 fer fráfaringaraldurin hjá sáttmálasettum starvsfólkum innan hitt almenna úr 67 árum upp í 70 ár. Hetta er ásett í einum nýggjum rundskrivi úr Fíggjarmálaráðnum.
Í stuttum ber broytingin í sær, at sáttmálasett starvsfólk hjá tí almenna eftir nevnda dag kunnu halda fram í starvi, til tey verða 70 ár. Hinvegin hava starvsfólk sjálvandi framvegis rætt at fara frá fyri aldur, tá ið tey eru vorðin 67 ár.
”Í einari tíð, har bæði almenni og privati arbeiðsmarknaðurin hava brúk fyri arbeiðsmegi, er rætt at hækka fráfaringaraldurin. Starvsfólk, sum hava holla vitan og hava hug at halda fram á arbeiðsmarknaðinum, eftir at tey eru vorðin 67 ár, skulu fáa tann møguleikan”, sigur Magni Laksáfoss, landsstýrismaður í fíggjarmálum.
Tað var í kreppuárunum, tá ið nógv gingu arbeiðsleys, at almenni fráfaringaraldurin fór niður í 67 ár. Orsøkin var fyrst og fremst, at landsstýrið vildi varðveita tey yngru starvsfólkini á arbeiðsmarknaðinum og í landinum.
”Nú fara vit øvugta vegin og strika eitt krepputiltak, ið ikki longur gevur meining”, sigur Magni Laksáfoss, ið vísir á, at tey, sum velja at brúka nýggja møguleikan, varðveita grundupphæddina í fólkapensjónini, hóast tey eru til arbeiðis.
Landsstýrismaðurin vónar, at fleiri fara at brúka møguleikan, ið nú stendur opin. Eisini mælir hann stovnum hjá tí almenna til at laga seniorpolitikkin soleiðis, at eldri starvsfólk kunnu halda fram at arbeiða eftir 67 ára aldur, eitt nú niðursetta tíð.
Argir, tann 16. oktober 2007
Fíggjarmálaráðið
Fíggjarmálaráðið hjálpir við faktuellum spurningum til omanfyri nevnda mál. Viðmerkingar fáast frá Magna Laksáfoss, landsstýrismanni við fíggjarmálum, á telefon 212594. Les meira um Fíggjarmálaráðið og virksemi tess á www.fmr.fo