Umhvørvisvinarligir bilar verða bíligari
Magni Laksáfoss, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevur lagt fram fyrsta lógaruppskot, sum hevur til endamáls ítøkiliga at skerja CO2-útlát í Føroyum. Eftir uppskotinum verða umhvørvisvinarligir bilar bíligari, og umhvørvis¬dálkandi bilar verða dýrari. Ruddast skal upp í dálkandi partinum av føroysku bilparkini
Fyri fyrstu ferð er lagt fyri Løgtingið eitt lógaruppskot, sum ítøkiliga hevur til endamáls at skerja CO2-útlátið í Føroyum.
“Við nýggja lógaruppskotinum um skrásetingaravgjøld á bilar fær Løgtingið møguleika at skifta prátið um at skerja CO2-útlátið út við ítøkilig tiltøk. Bileigarar fáa møguleika verða við til at skerja CO2-útlátið og samstundis fáa fíggjarligan fyrimun av tí”, sigur Magni Laksáfoss, landsstýrismaður í fíggjarmálum.
Europeiskur leistur.
Lógaruppskotið, sum landsstýrismaðurin hevur lagt fyri Tingið, er umfatandi, og høvuðstátturin í uppskotinum er, at umhvørvisvinarligir bilar skulu gerast bíligari, meðan dálkandi bilar dýrka. Harumframt er siktið, at innflutningurin av gomlum og dálkandi bilum skal steðgast, meðan gamli og dálkandi parturin av føroysku bilparkini skal avmarkast mest møguligt.
Leisturin, nýggja lógaruppskotið er skorið eftir, er europeiskur. ES-nevndin mælir til eina stigvísa harmonisering av bilavgjøldunum, so ES-londini frá 1. desember 2008 hava lagt 20% av bilavgjøldunum um til CO2-avgjøld. Síðani skal CO2-avgjaldsparturin hækka stigvíst næstu árini.
Í uppskotinum verður verandi eykaskrásetingargjaldið á 25% strikað og lagt um til CO2-avgjald. 20% av virðisgrundaða skrásetingargjaldin¬um í galdandi lóg verður sostatt lagt um til CO2-avgjald í hesum lógaruppskotinum.
Fylgja ST og Kyoto
Ymiskt er, hvussu prísurin á ymsu bilunum verður ávirkaður, nú skrásetingargjaldið fer frá at vera virðisgrundað, alt sum tað er, til at gerast eitt samansett gjald, sum partvíst er grundað á virðið og partvíst á CO2-útlát.
Bilar við stórum útláti fáa lutfalsliga størri CO2-avgjald enn bilar við lítlum útláti, ið fáa lutfalsliga minni avgjald.
“Orsøkin til, at CO2-útlátið er valt sum grundarlag fyri umhvørvisgjaldinum, er, at altjóða samfelagið hevur sett sær sum mál at avmarka CO2-útlátið. At minka CO2, sum er eitt veðurlagsgass, er eisini samsvarandi endamálinum við ST-veðurlagssáttmálanum, sum Føroyar hava bundið seg til at fylgja, og eisini Kyoto-sáttmálanum”, sigur Magni Laksáfossa, landsstýrismaður í fíggjarmálum.
Út við gomlum og dálkandi bilum
Ein partur av føroysku bilparkini er so mikið dálkandi, og hetta kann ikki longur góðtakast.
“Tí hækka vit nú burtur¬beiningar¬gjaldið munandi, samstundis sum elstu akførini skulu gjalda hægstu umhvørvisgjøldini. Vit vóna soleiðis at fáa burtur gamlar og útslitnar bilar, sum koyra á føroysku vegunum ella liggja og sløðast í føroysku náttúruni”, sigur Magni Laksáfoss.
Breiður arbeiðsbólkur arbeitt við uppskotinum
Nýggja lógaruppskotið um avgjøld við skráseting av bilum kemur í kjalarvørrinum av Visjón 2015-ætlanini hjá landsstýrinum.
Ein arbeiðsbólkur við umboðum fyri Fíggjarmálaráðið, Toll- og skattstovu Føroya, umhvørvisdeildina í Innlendismálaráðnum, Akstovuna og føroysku bilsølurnar hevur arbeitt við uppskotinum síðani fjør summar.
Ætlanin er at endurskoða lógina aftur um tvey ár, so ein enn størri partur av bilavgjøldunum verða løgd um til CO2-avgjøld ella umhvørvisavgjøld.
Her er eitt yvirlit yvir broytingarnar, sum koma við nýggja lógaruppskotinum, samanborið við galdandi lóg um skrá¬setingarg¬jald á motorakfør:
• CO2-avgjald.Eykaskrásetingargjaldið í galdandi lóg um skrásetingargjald á motorakfør verður strikað og lagt um til CO2-avgjald í hesum lógaruppskotinum.
• 50%-markið hækkar úr 70.000,- kr. upp í 100.000,- kr. Í galdandi lóg um skrásetingargjald á motorakfør verður goldið 50% av teimum fyrstu 70.000,- kr. av CIF-virðinum á motorakfarinum og síðan 75% av restini. Í hesum lógaruppskotinum er 50%-markið hækkað upp í 100.000,- kr., soleiðis at 50% verða goldnar av teimum fyrstu 100.000,- kr. og síðan 75% av restini.
• Skrásetingargjaldið á vøruvognar í galdandi lóg er annaðhvørt 15% ella 30% pluss eykaskrásetingargjaldið á 25%. Í hesi lógini er virðisgjaldið 20% á allar vøruvognar.
• Umhvørvisavgjald á lastbilar og bussar. Sambært galdandi lóg um skrásetingargjald á motorakfør rinda akfør við totalvek yvir 3.500 kg. einki avgjald. Í hesum lógaruppskotinum rinda lastbilar og bussar við totalvekt yvir 3.500 kg. umhvørvisavgjald.
• Burturbeiningargjald. Sambært galdandi lóg um skrásetingargjald á motorakfør og kunngerð nr. 104 um bilvraksgrunn er burturbeiningargjaldið 1.500 kr. Burturbeiningargjaldið hækkar í hesum lógaruppskotinum upp í 5.000 kr.
• Útflutningur av motorakførum. Í galdandi lóg um skrásetingargjald á motorakfør eru ongar ásetingar um at fáa skrásetingargjald afturgoldið, tá bilar verða fluttir av landinum. Í hesum lógaruppskotium eru greiðar ásetingar um afturgjald av virðis- og burturbeiningargjaldi, tá bilar verða fluttir av landinum.
• Umskráseting. Sambært galdandi lóg um skrásetingargjald á motorakfør skulu 600 kr. rindast landskassanum, tá akfar verður umskrásett við eigarskifti. Í hesum uppskotinum skal einki gjald rindast landskassanum, tá akfar verður umskrásett við eigaraskifti.
• Tíðaravmarkað áseting er sett í lógina, sum eins og í okkara grannalondum frítekur akfør, ið bara nýta ravmagn ella vetni til framdrift.
• Tjaldbilar (autocamparar). Í galdandi lóg um skráetingargjald á motorakfør eru ongar ásetingar um tjaldbilar. Sambært hesum lógaruppskotinum rinda tjaldbilar einki virðisavgjald.
• Smábussar til ellis- og røktarheim. Í galdandi lóg um skráetingargjald á motorakfør eru ongar ásetingar um smábussar til ellis- og røktarheim. Í hesum lógaruppskotinum verða smábussar og størri persónvognar til ellis- og røktarheim o.a. frítiknir fyri virðisavgjald.
• Smábussar góðkendir til vinnuliga nýtslu. Í galdandi lóg um skráetingargjald á motorakfør eru ongar greiðar ásetingar um smábussar góðkendir til vinnuliga nýtslu. Í hesum lógaruppskotinum verða smábussar til 10-19 fólk góðkendir til vinnuliga nýtslu frítiknir fyri virðisavgjald.
• Hýru- og skúlavognar. Í galdandi lóg um skrásetingargjald á motorakfør kunnu hýru- og skúlavognar umskrásetast avgjaldsfrítt til privata nýtslu eftir 4 árum. Sambært hesum lógaruppskotinum kunnu hýru- og skúlavognar umskrásetast uttan at gjalda virðisavgjald eftir 3 árum.
• Skjalprógv. Í galdandi lóg um skráetingargjald á motorakfør eru ásetingar um skjalprógv. Í hesum lógaruppskotinum eru ásetingarnar um skjalprógv gjørdar greiðari og samlaðar í kapittul 8.
• Útlendskt skrásett akfør. Í galdandi lóg um skráetingargjald á motorakfør eru ongar greiðar ásetingar um útlendskt skrásett akfør. Í hesum lógaruppskotinum eru ásetingar um útlendskt skrásett motorakfør.
• Bilar hjá útlendskum sendistovum. Í galdandi lóg um skrásetingargjald á motorakfør eru ongar ásetingar um bilar hjá útlendskum stjórnarumboðum, ið hava sendiharratygn her á landi. Í hesum lógaruppskotinum eru ásetingar um bilar hjá útlendskum sendiumboðum, verjusamgongum og stovnum, ið samstarva á stjórnarligum støði.
Argir, tann 22. november 2007
Fíggjarmálaráðið
Fíggjarmálaráðið hjálpir við faktuellum spurningum til omanfyri nevnda mál. Viðmerkingar fáast frá Magna Laksáfoss, landsstýrismanni í fíggjarmálum, á telefon 212594. Les meira um Fíggjarmálaráðið og virksemi tess á www.fmr.fo