Í dag hevur Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri, sett á stovn tunnilsfelagið, ið skal standa fyri Føroya størstu verkætlan, Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin.
P/F Eystur- og Sandoyartunlar skal byggja og reka sambandið millum Streymoy og Eysturoy eins og sambandið millum Streymoy og Sandoy.
Felagið er stovnað við 15 mió. kr. í eginogn, sum samsvarar við játtanina á fíggjarlógini.
Ætlanin er, at felagið byrjar forkanningar í ár, og at boring fyri Eysturoyartunlinum byrjar longu um tvey ár. Sambært ásetingum í lógini, skal boringin fyri Sandoyartunlinum byrja í seinasta lagi 2018. Eftir ætlan verður koyrandi í báðum tunlum í 2021.
Roknað verður við, at tunlarnir fara at fremja flytførið munandi og at stimbra búskaparvøksturin í Føroyum. Tunlarnir fara eisini at binda føroyska samfelagið enn betur saman.
Lógin um fast sambond millum Streymoy og ávíkavist Eysturoy og Sandoy byggir á eina semju millum allar flokkar á tingi. Lógin varð samtykt við 30 atkvøðum fyri og ongari ímóti.
"Politisku flokkarnir eiga rós uppiborið fyri, at vit í felag kundu finna eina breiða politiska semju í hesum týðandi máli, ið annars hevði so nógv rumbul við sær. Semjan er nú vorðin meira ítøkilig við tað, at felagið er stovnað. Í landsstýrinum fegnast vit um hetta týðandi stig", sigur Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri, ið varðar av tunnilsmálum.
Bergur Poulsen, fyrrverandi stjóri á Havsbrún og verandi formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag, er valdur til formann í felagnum. Næstformaður er Evy Jacobsen, og hinir nevndarlimirnir eru: Ewald Kjølbro, Petur Alberg Lamhauge, Marita Hentze, Christian Danielsen og Gunnvá á Lofti.
Felagið fer í næstum at søkja eftir stjóra at leiða virksemi felagsins. Nevndin roknar við, at stjóri er settur innan 3 mánaðir.
Fíggjarmálaráðharrin hevur góðkent at nevndarsamsýningin verður 4.000 kr. um mánaðin til vanligan nevndarlim. Næstformaðurin fær 1,5 ferðir hesa upphædd og formaðurin 2 ferðir upphæddina.
Aðalfundurin hevur valt Numo til grannskoðara. Grannskoðanin av nýggja partafelagnum varð boðin út á keypsportal.fo. Inn komu trý tilboð, og lægsta tilboðið átti Numo Grannskoðanarvirki.