08.09.2017 · Fíggjarmálaráðið

Landsstýrið viðger fíggjarlógina í Klaksvík

Landsstýrið viðger fíggjarlógina í Klaksvík

Hvussu tryggja vit framhaldandi og best møguligt ein skynsaman fíggjar- og búskaparpolitikk í søguliga góðum tíðum?

Hetta er millum spurningarnar, sum landsstýrið og samgongulimirnir í fíggjarnevndini hava viðgjørt í gjár og í dag í Klaksvík.

Tað styttist til, at Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, skal leggja fíggjarlógina fyri 2018 fyri løgtingið. Í tí sambandi verður skipað fyri arbeiðsdøgum í sambandi við fíggjarlógina fyri 2018 á Hotel Klaksvík.

”Arbeiðsdagarnir í Klaksvík eru ein týðandi liður í fíggjarlógartilgongdini í ár. Vit miðja eftir at røkka nøkrum niðurstøðum um almenna raksturin og íløgukarmin. Okkara greiða mál er at brynja og bjálva Føroyar til framtíðina. Vit eru í søguliga góðum tíðum, men søgan vísir, at búskaparliga skifta árstíðarnar eisini, og eftir vár og summar koma heyst og vetur. Landsstýrið og samgongan hava longu tikið fleiri stig fyri at bjálva okkum búskaparliga, og komandi ár verða enn fleiri stig tikin fyri at brynja føroyska samfelagið til framtíðina,” sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum.

Tað er ásett í Stýrisskipanarlógini, at fyri 1. oktober á hvørjum ári skal landsstýrið leggja uppskot fram um fíggjarlóg fyri fyri komandi álmanakkaár.

Myndir:

Felagsmynd Felagsmynd
Vitjan á vardum bústøðum á Heygavegi Vitjan á vardum bústøðum á Heygavegi
Vitjan á Biskupstorgi Vitjan á Biskupstorgi