Hósdagin 20. juni seldi Føroya Landsstýri fyri eina millard krónur í nýggjum lánsbrøvum. Sølan gekk skjótt og væl; longu eftir einum sløkum tíma vóru øll lánsbrøvini seld. Tey vórðu seld í Føroyum og uttanlands.
Nýggja lánið er eitt fýra ára standandi lán við fastari rentu. Effektiva rentan er 1,757%.
Peningurin verður nýttur til at gjalda skuld aftur, ið fellur til gjaldingar 7. apríl 2014. Rentustøðið er lágt í løtuni, og tí metir Fígging Landsins, at løtan at taka lán til endurfígging er tann rætta.
Nýggja lánsbrævarøðin verður listað 27. juni 2013 á keypsskálunum í Íslandi og Keypmannahavn.
Føroya Gjaldstova og Nordea Bank hava fyrireikað lántøkuna. Sølustøð í Føroyum eru BankNordik, Eik Banki, og Suðuroyar Sparikassi
Prospekt og aðrir upplýsingar finnast á heimasíðuni hjá Gjaldstovuni.