17.12.2006 · Fíggjarmálaráðið

Landsstýrið samráðast við kommunur um ein samlaðan útreiðslukarm.

Hin samlaði almenni geirin hevur ábyrgdina av at tálma sveiggini í búskapinum. Tí fer landsstýrið komandi ár at samráðast við kommunurnar um at fáa í lag ein samlaðan útreiðslukarm.

Seinnu árini hava kommunurnar í Føroyum økt sínar útreiðslur í stórum. Samstundis er greitt, at alt fleiri almennar uppgávur skulu leggjast til kommunurnar at umsita, og tí fáa tær støðugt størri týdning og ávirkan búskaparliga.

Hetta eru orsøkir til, at land og kommunur í felag eiga at finna ein samlaðan útreiðslukarm.

”Landsstýrið fer í komandi ári undir samráðingar við føroysku kommunurnar um ein samlaðan útreiðslukarm. Hin samlaði almenni geirin hevur ábyrgdina av at tálma sveiggini í búskapinum”, siga Bárður Nielsen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, og Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í innlendismálum.

Stórur kommunalur vøkstur
Longu nú er greitt, at kommunalu útreiðslurnar vaksa nógv skjótari enn útreiðslurnar hjá landinum. Í ár hava kommunurnar væntandi ein vøkstur í útreiðslunum á í minsta lagi 12 prosent, meðan vøksturin hjá landinum liggur niðri á trimum prosentum.

Hagtøl vísa harumframt, at kommunurnar síðani 2002 hava økt sínar útreiðslur við 7,9 prosentum árliga. Saman um tikið fara kommunurnar at standa fyri 23,7 prosentum av øllum teimum almennu útreiðslunum í ár. Henda gongd er ein av orsøkunum til, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum og landsstýrismaðurin í innlendismálum longu nú heita á allar kommunur í landinum um at tálma útreiðsluvøksturin komandi ár.

”Tað liggur á bæði landi og kommunum sum almennir myndugleikar at tálma sveiggini í búskapinum. Tí mugu vit ansa væl eftir, at vit ikki eru við til at seta ov nógva ferð á. Landið roynir at halda aftur, og kommunurnar mugu eisini gera sítt”, siga landsstýrismenninir í fíggjarmálum og innlendismálum, sum á hvør sín hátt varða av kommunala geiranum.

Nýggjar roknskaparreglur
Landsstýrismenninir ásanna, at tørvur er á størri gjøgnumskygni og innliti í fíggjarviðurskiftini í kommunala geiranum.

”Í løtuni verður arbeitt við at gera nýggjar roknskaparreglur fyri kommunurnar í Føroyum. Hetta vil skapa størri gjøgnumskygni til fyrimun fyri bæði land og kommunur og samstundis hava stóran týdning tá samráðast skal um útreiðslukarm siga Bárður Nielsen, landsstýrismaður i fíggjarmálum og Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í innlendismálum


Argir, tann 16. desember 2006
Fíggjarmálaráðið og Innlendismálaráðið