Tá brævalánini frá 2003 hjá Føroya Landsstýri fella til gjaldingar 24. november í ár, verða 974 milliónir kr. endurfíggjaðar við nýggjum lánsbrøvum. Endurfíggingin verður gjørd fyri at tryggja gjaldføri hjá landskassanum. Ótryggu viðurskiftini á fíggjarmarknaðunum gera tað sera umráðandi at hava gott gjaldføri.
Landsbanki Føroya umsitur skuld og ogn hjá landinum. Síðani 2004 er skuldin hjá landskassanum fíggjað við lánsbrøvum. Tað er tí landsbankin, sum stendur fyri at endurfíggja lánsbrøvini.
Ófriðurin á altjóða fíggjarmarknaðunum hevur við sær, at støða enn ikki er tikin til, hvussu skuldin verður samansett á fimm, trý og eitt ára lánsbrøv. Støða verður tikin til henda spurningin, tá endurfíggingardagurin nærkast. Ráðgevi hjá Landsbankanum í hesum sambandi er Nordea Markets.
Í mars mánaði varð føroyski landskassin tillutaður skuldarratingina Aa2, sum gevur føroyska landskassanum góða lánsdygd. Góð lánsdygd merkir, at lánveitarar ikki átaka sær so stóran váða, tá teir læna pening til føroyska landskassan. Rentubyrðan hjá landskassanum verður tí tilsvarandi lítil.
Støðan í dag er tí nógv øðrvísi enn í búskaparligu kreppuárunum fyrst í 1990-árunum, tá føroyska lánsdygdin var vánalig og uttanlandsskuldin sera stór. Tá mettu lánsveitarar, at tað var stórur váði at læna føroyingum pengar og føroyski landskassin skuldi tí rinda rættiliga høga rentu fyri sína lántøku. Í dag er landskassaskuldin lítil og lánsdygdin góð.
Argir, 14. oktober 2008
Fíggjarmálaráðið
Landsbankin hjálpir við faktuellum spurningum til omanfyri nevnda mál á tlf. 308120.
Les meira um Fíggjarmálaráðið og virksemi tess á www.fmr.fo