Fyrra hálvár í ár vóru goldnar 4 mia. og 24 mió. kr. í lønum og øðrum skattskyldugum veitingum umvegis a-skattaskipanina. Tað eru góðar 150 mió. kr. meira enn fyrra hálvár í fjør. Hetta gevur landskassanum góðar 33 mió. kr. ella 4,8% meira í skattainntøkum samanborið við somu tíð í fjør.
Higartil í ár eru komnar góðar 729 mió. kr. inn í landsskatti og 680 mió. kr. í kommunuskatti. Kommunurnar hava sostatt fingið umleið 37 mió. kr. ella 5,7% meira í kommunukassarnar fyrra hálvár í ár samanborið við fyrra hálvár í fjør.
Avgjaldsinntøkurnar hava eisini verið eitt vet hægri fyrra hálvár í ár samanborið við fyrra hálvár 2009. Meirvirðisgjaldsinntøkur landskassans vóru næstan 6 mió. kr. ella 1% hægri fyrra hálvár í ár samanborið við somu tíð í fjør.