06.02.2006 · Fíggjarmálaráðið

Landskassin sparir helvtina av tryggingarkostnaðinum

Fíggjarligi fyrimunurin av at samskipa alment innkeyp kennist nú hjá landskassanum. Á tryggingarøkinum hevur landskassin eftir trimum árum spart 50 prosent av tryggingarkostnaðinum uttan, at starvsfólk hjá tí almenna eru verri tryggjað, t.d. móti skaða.

Landskassin sparir nógvar pengar við at gera reglur um alment innkeyp. Tað vísa royndirnar hjá Fíggjarmálaráðnum seinastu fáu árini.

Á tryggingarøkinum eru til dømis nógvir pengar at spara við at samskipa innkeypið hjá tí almenna. Tøl hjá Fíggjarmálaráðnum vísa, at frá ársbyrjan 2003 til ársenda 2005 eru útreiðslurnar til tryggingar farnar niður í helvt, úr uml. 17 mió.kr. til uml. 8,5 mió.kr. Harvið eru tryggingarútreiðslurnar komnar niður á sama støði sum í 1997.

“Málið er, nú sum áður, at borgarar skulu hava meira burtur úr hvørjari skattakrónu. Tí fellur sparingin á tryggingarøkinum væl í tráð við politikkin hjá samgonguni”, sigur Bárður Nielsen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, ið stórliga fegnast um góða fíggjarliga úrslitið, ið longu nú spyrst burtur úr at samskipa alment innkeyp.

Nýggjar reglur gera munin
Tað er ikki av tilvild, at hitt almenna hevur spart nógvan pening við at samskipa almenna innkeypið av tryggingartænastum. Sparingin er úrslit av miðvísum arbeiði.

Fíggjarmálaráðið fór í 2001 undir at kortleggja tryggingarviðurskiftini hjá landinum, ið skjótt vístu seg at hava tørv á samskipan. Endamálið var at finna fram til, hvussu landið skuldi skipa sínar tryggingar frameftir.

Úrslitið av arbeiðinum var eitt rundskriv um tryggingarviðurskifti landsins, sum kom í gildi 1. januar 2003. Tað ásetur reglur um, hvussu tryggjað verður innan hitt almenna.

Tryggingarrundskrivið staðfestir m.a., at tørvurin hjá tryggingartakara at tekna tryggingar hjá tryggingarfelag er tengdur at fíggjarliga týdninginum av váðanum. Tað merkir, at tørvurin á at tekna tryggingar minkar so hvørt, fíggjarligi týdningurin av váðanum gerst minni.

Dagligir tilburðir hava lítlan fíggjarligan týdning fyri landið, og fíggjarligi váðin skal vera rættiliga stórur, áðrenn hann fær týdning fyri landskassan. Tørvurin hjá landinum at tekna tryggingar hjá tryggingarfelag er tí rættiliga avmarkaður.


Landskassin átekur sær størri váða
Út frá hesum staðfestir rundskrivið, at landið nú átekur sær størri váða, enn áðrenn reglur komu um tryggingarviðurskiftini hjá tí almenna.

Í verki hevur hetta stóra ávirkan á almennu útreiðslurnar til tryggingar men onga ávirkan á tryggingarviðurskiftini hjá almennum starvsfólkunum t.d. í sambandi við arbeiðsskaðar. Einasti munur í so máta er, at nú er tað landskassin og ikki eitt tryggingarfelag, ið fær rokningina, tá avgerð er tikin um, at endurgjald skal veitast fyri ein skaða.

Hóast landskassin eftir nýggju reglunum frá 2003 hevur átikið sær størri váða, hava eingir skaðar av stórvegis týdningi fyri landskassan verið higartil.

Fíggjarmálaráðið arbeiðir støðugt við at gera reglur og samskipa alment innkeyp av vørum og tænastum, soleiðis at landskassin kann spara pening.



Fíggjarmálaráðið, 6. februar 2006