02.08.2012 · Fíggjarmálaráðið
Landskassin hevur fyrstu 7 mánaðirnar av 2012 fingið 46 mió. kr. meira í mvg- inntøkum enn somu mánaðir í 2011
MVG- inntøkurnar eru nú uppgjørdar fyri fyrstu 7 mánaðirnar av 2012. Landskassin hevur hesar mánaðir fingið 683 mió. kr. í mvg- inntøkum. Sama tíðarskeið í 2011 fekk landskassin 637 mió. kr. Í mvg- inntøkum. Talan er sostatt um ein vøkstur uppá 46 mió. krónur svarandi til 7,2 %. Ikki ber til neyvt at siga, hvussu stórur partur av hesum vøkstri stavar frá meirnýtslu, og hvussu stórur partur stavar frá meir íløgum.
Fíggjarmálaráðið, 2. august 2012