Nú árið er hálvliðið kann Fíggjarmálaráðið staðfesta, at inntøkurnar av meirvirðisgjaldi og landsskatti eru væl hægri enn somu tíð í fjør.
Fyrra hálvár eru inntøkurnar hjá landinum frá meirvirðisgjaldi uml. 12 % hægri sammett við somu tíð síðsta ár. Inntøkurnar frá landsskattinum eru uml. 6 % hægri enn somu tíð í fjør.
Í fíggjarlógini fyri í ár er innroknaður væntaður vøkstur í mun til í fjør, men eisini í mun til fíggjarlógina eru inntøkurnar frá meirvirðisgjaldi og landsskatti hægri.
Heldur verandi gongd fram, tað sum eftir er av árinum, verða inntøkurnar hjá landskassanum frá meirvirðisgjaldi og landsskatti uml. 150 mió. kr. hægri, enn sett er í fíggjarlógina fyri í ár.
Um hetta, sigur Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri:
“Inntøkuvøksturin er vælkomin og boðar frá góðum. Nú ræður um at tálma útreiðsluvøkstrinum, so undirskotið á fíggjarlógini fæst burtur".