Landsbankin og váðaráð skulu fyribyrgja fíggjarkreppur og styrkja búskapin
Ferð verður nú sett á arbeiðið at seta á stovn nýggja Landsbanka Føroya og Føroya váðaráð. Landsbanki Føroya og Føroya váðaráð skulu í felag virka fyri fíggjarligum støðufesti í Føroyum.
Føroyar eru raktar av fleiri fíggjar- og búskaparkreppum seinastu áratíggjuni. Hesar hava kostað samfelagnum, fólkinum og vinnuni nógv, bæði tá umræður fíggjarlig virðir, trivna, sjálvbjargni og fólkatal. Fleiri stig verða nú tikin fyri at fyribyrgja, at søgan endurtekur seg.
Landsbanki Føroya verður tí settur á stovn saman við Føroya váðaráði við tí høvuðsendamáli at virka fyri fíggjarligum støðufesti. Hetta fyri at fyribyrgja framtíðar fíggjarkreppur, minka sveiggini í føroyska búskapinum og harvið styrkja búskapin.
Nýggi Landsbanki Føroya skal virka sum óheftur, almennur fíggjarstovnur og greiningarstovnur. Umframt at umsita ogn og skuld landsins, kann Landsbankin eisini veita ráðgeving og vera fíggjarstovnur hjá kommunum og almennum grunnum. Samstundis verður Landsbankin skrivstova hjá Føroya váðaráð. Høvuðsuppgávan hjá Føroya váðaráð verður at eygleiða og eyðmerkja yvirskipaðar (systemiskar) fíggjarváðar í føroyska búskapinum og koma við tilmælum til myndugleikarnar um hesar.
Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum: “Við nýggja Landsbanka Føroya og Føroya váðaráði taka vit týðandi stig at styrkja okkum búskaparliga og at fyribyrgja framtíðar fíggjarkreppum. Seinasta fíggjarkreppan staðfesti, at fíggjarligu eftirlitsstovnarnir vóru ov veikir og høvdu eftirlit við ov avmarkaðum viðurskiftum. Úrslitið varð, at flestu lond styrktu yvirskipaða fíggjarliga eftirlitið í samfelagnum og settu eisini á stovn tvørgangandi fíggjarlig váðaráð, ið skuldu tryggja, at ymisku eftirlitini innan búskapin og fíggjarøkið ikki bert hava eftirlit við einstøkum stovnum ella úrvaldum økjum, men skulu leypandi gera váðametingar fyri samlaða fíggjarkervið og samfelagið. Við Føroya váðaráði og nýggja landsbankanum leggja vit í Føroyum nú lunnar undir einum tryggari føroyskum búskapi framyvir.”
Uppskot til løgtingslóg um Landsbanka Føroya og Føroya váðaráð er sent til hoyringar. Les meira her:
Almenn hoyring
Øll hava høvi at gera viðmerkingar til uppskotið, áðrenn uppskotið verður lagt fyri løgtingið til politiska viðgerð. Uppskotið liggur til hoyringar á: www.foroyalandsstyri.fo
Freistin at gera viðmerkingar er mikudagin 22. juni 2016. Viðmerkingarnar skulu vera skrivligar, og skrivligu viðmerkingarnar skulu sendast til fmr@fmr.fo ella til Fíggjarmálaráðið, postrúm 2039, 165 Argir. Viðmerk “Landsbanki Føroya og Føroya váðaráð” Viðmerkingarnar verða lagdar saman við uppskotinum, tá ið uppskotið verður lagt fyri Løgtingið til politiska viðgerð.