17.02.2010 · Fíggjarmálaráðið

Landsbankin ikki sett seg nóg væl inn í heimligu viðurskiftini

Seinastu árini er nógv orka sett av og brúkt til at dagføra og menna fíggjarliga regluverkið hjá landi og kommunum, soleiðis at fíggjarligu stýringsamboðini verða enn betri. Ein stór verkætlan hevur verið at samskipa fíggjarlógirnar hjá landi og kommunum í sama regluverk og skipan. Ein onnur stór verkætlan er nýggja játtanarlógin.

Báðar verkætlanirnar eru farnar at virka.

Fíggjarlógin hjá landinum og hjá øllum kommunum við meira enn 400 íbúgvum virkar nú við sama regluverki og somu skipan.

Nýggja játtanarlógin er eisini komin í gildi og er farin at virka.

Hetta hevur Landsbanki Føroya óivað ikki fingið við, tá landsbankin viðgerð regluverk og skipanir í øðrum londum og síðan staðfestir, at føroyska regluverkið er ófullfíggjað og ótíðarhóskandi, og fleiri álvarslig lýti mugu rættast, bæði fyri land og kommunur, um føroyski búskapurin skal kunna stýrast við skili.