![Landsbankanevndin vald](https://landsstyri.cdn.fo/savn/9753/mynd_tinganes.jpg?width=1024&height=576&rmode=crop&t=80345812&s=EttWfOyEXbA6OqQ8j4imbslcJQo)
Landsstýrimaðurin í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen, hevur eftir tilmæli frá stýrinum fyri Fróðskaparsetur Føroya valt nýggja nevnd fyri Landsbanka Føroya, sum eisini er Búskaparráð.
Førleikakrøv til limirnar eru: Búskaparfrøði, Fígging og kreditmeting, føroyskt vinnulív og serligt innlit í føroyska fíggjargeiran ella búskapin í Føroyum.
Vald eru:
- Fróði Magnussen, Cand. merc., formaður
- Sanna Laksá, Phd. economics
- Jan Otto Holm, Cand. merc.
- Helena Andreasen, Cand. merc. aud.
- Johnny í Grótinum, Cand. polit
Nevndin er vald fyri 3 ár.