Búskettskipanin er úrslitið av eini verkætlan, sum Fíggjarmálaráðið saman við gjaldstovuni byrjaði í 2001. Fyrsti táttur í verkætlanini var at nágreina, hvørji krøv áttu at verða sett til eina slíka skipan, ið hevur til endamáls at stýra tilgongdunum til eina fíggjarlóg, eykajáttan og eitt fíggjarnevndarskjal. Í hesum partinum av arbeiðinum komu allir framtíðar brúkararnir av skipanini til orðanna. Av tí at loysnin er ein integreraður partur av Búskaparskipan landsins, so hevði gjaldstovan leiðsluna í sjálvari verkætlanini. Thomas Dam, sum nú er í starvi hjá Eimskip, hevði leiðsluna fram til januar 2003, og hevur Hans Petur Joensen verið verkætlanarleiðari, síðan Thomas slepti.
Við støði í tørvslýsingini varð gjørt nágreiniligt útboðstilfar. Skipanin varð boðin út á sumri 2002, og hevði Atlants Tøkni bíligasta tilboðið. Tað hevði somuleiðis sera áhugaverd hugskot um, hvussu loysnin skuldi virka. Síðan seinasta summar hevur verið arbeitt miðvíst við at menna skipanina, og er sjálv Búskettskipanin flýggjað Fíggjarmálaráðnum seinastu viku.
Tað var Karsten Hansen, sum setti ígongd arbeiðið við nýggju skipanini. Hann segði m.a., at skipanin fer at skapa fyritreytir fyri, at sleppast kann undan dupultarbeiði.
Skipanin er karmurin um alt fíggjarlógararbeiðið. Hon stuðlar tær tilgongdir, sum longu eru, og er somuleiðis før fyri at handfara allar neyðugar dátur í sambandi við fíggjarlógina sum serligar útgreiningar, viðmerkingar, lógartekstir og játtanardátur. Frammanundan vóru hesar upplýsingar spjaddar í fleiri skipanum, og var tí neyðugt at dagføra tær handliga. Nýggja Búskettskipanin minkar tískil um møguleikan fyri mistøkum og hækkar munandi um rættleikan av givnu upplýsingunum.
Við hesi nýggju skipanini ber nú eisini til hjá embætisfólkum og politikarum at rokna út ymiskar støður sum t.d., hvørja ávirkan tað hevur á úrslitið á fíggjarlógini og tær einstøku greinirnar, um tær lógarbundnu útreiðslurnar verða hækkaðar, og lønarútreiðslurnar verða lækkaðar.
Hvussu er og ikki, so hevur ein nýggj fíggjarlóg altíð sítt støði í seinastu fíggjarlógini. Á hesum grundarlagi verður øll transkatiónsslóðin skjalfest í nýggju skipanini frá tí, at sjøtul verður settur á fíggjarlógararbeiðið, og til nýggja fíggjarlógaruppskotið er samtykt.
Henda nýggja skipanin er, sum nevnt í innganginum, partur í eini størri heild. Aðrir partar, sum eisini verður arbeitt við í løtuni, eru:
Søguligar dátur:
Ár um ár henda munandi broytingar á fíggjarlógini. Greinar verða strikaðar, og nýggjar settar á stovn, innihaldið í málsøkjum verður broytt, játtanir verða broyttar og standa í øðrum líki o.s.fr. Av hesum er sera trupult at sammeta gongdina ár um ár, so til ber at seta og svara spurningum skikkað og nøktandi, t.d. hvussu nógv almenna fyrisitingin er vaksin í krónum. Av hesi orsøk setti Fíggjarmálaráðið sær tí fyri at menna eina skipan, har tað var møguligt at handfara roknskapartíðarrøðirnar, so til bar at bera tær saman. Komið er so mikið áleiðis við hesi EDV-verkætlan, at hildið verður, at hon kann verða tikin í nýtslu í næstum.
Útskriving av fíggjarlógini:
Tann síðsta loysnin í hesum umfari er, at tað skal bera til at seta fíggjarlógina upp og útskriva hana á eina fílu, sum kann verða send til prentingar. Áður hava fleiri fólk, ið ikki hava kostað so lítið um tíman, sitið og klipt og límað og snikkað fíggjarlógarbóklingin lidnan. Bóklingurin kann eisini verða skaptur sum HTML-fíla, sum kann verða løgd á heimasíðuna hjá Fíggjarmálaráðnum.
Fíggjarmálaráðið og gjaldstovan vænta sær nógv av skipanini. Ynskir tú fleiri upplýsingar, kanst tú ringja til Atla Leo (352020) ella Hans Petur Joensen (352455).