Landsstýrið ætlar at gera tað møguligt at fáa fult endurgjald fyri MVG av grønum hitaloysnum í 2024.
Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, Ruth Vang, fer í næstum at leggja uppskot fyri Løgtingið um broyting í meirvirðisgjaldslógini soleiðis, at afturberingin av MVG fyri grønar hitaloysnir verður lagaligari.
Ætlanin er, at lata fulla afturbering av MVG fyri grønar hitaloysnir í 2024. Minkingin í afturberingini byrjar ikki fyrr enn í 2025, og hon verður meira stigvís og lagalig enn tað, sum galdandi lóg ásetur. Nýggja uppskotið fer ætlandi at leggja upp til, at í 2025 verður MVG frítøkan 75%, í 2026 50%, og í 2027 er hon 25%. Frá 2028 verður ongin frítøka.
Sum nú er, ásetur § 3 d í meirvirðisgjaldslógini, at MVG-afturberingin fyri grønar hitaloysnir lækkar niður í 50% 1. januar 2024. Hetta verður eisini galdandi fyri 2025. Í 2026 og fylgjandi ár verður meirvirðisgjald ikki endurgoldið.
Høvuðsbroytingarnar í nýggja uppskotinum verða sostatt, at skipanin við afturbering av MVG fyri grønar hitaloysnir heldur fram næsta ár, og at afturberingartíðarskeiðið verður longt til og við 2027.
Uppskotið fer væntandi í almenna hoyring í næstu viku.