Fyri at lætta enn meira um hjá íverksetarum og íverksetarafeløgum í Føroyum, hava landsstýriskvinnan í fíggjarmálum og landsstýrismaðurin í vinnumálum, ið vara av TAKS og Skráseting Føroya, gjørt av at frítaka íverksetarafeløg frá kravinum um at lata TAKS og Skráseting Føroya roknskaparupplýsingar í talgilda XBRL-sniði.
Í desember 2013 samtykti Løgtingið broytingar í skattalógini og ársroknskaparlógini, ið høvdu til endamáls at áseta, at samskiftið millum virkir og tað almenna skuldi verða talgilt. Í viðmerkingunum varð sagt, at samskiftast skuldi í XBRL-sniði.
Kravið um nýggja talgilda sniðið er liður í at gera samskiftið millum feløg og TAKS og Skráseting Føroya meira framkomið og talgilt. Feløg fáa eisini frameftir bert eitt stað hjá tí almenna at senda teirra roknskaparupplýsingar til. Summi grannalond okkara hava sett líknandi krøv í verk og onnur arbeiða við at gera tað. Hetta fer eitt nú tryggja betri góðsku, minni inntøppingararbeiði, betri hagtalsgrundarlag og minka umsitingina yvir tíð. Í fyrsta umfari krevur hetta tó, at feløg skulu gera umleggingar av tí mátanum, ið roknskapir verða innlatnir.
Hetta krav sleppa íverksetarar við íverksetarafeløgum undan, nú landsstýrisfólkini hava broytt tvær kunngerðir á teirra øki.