Fíggjarmálaráðið kannar møguleikar fyri at talgilda almennu umsitingina.
Málið er at økja um tænastustøðið mótvegis borgarunum og lætta um arbeiðsgongdina í umsitingini.
Talgildan fevnir millum annað um:
Elektronisk oyðubløð, sum geva borgarum møguleika at avgreiða mál,
tá ið best liggur fyri hjá teimum. Hetta ger samskiftið ímillum borgarar
og almennar stovnar liðiligari og sparir tíð og orku fyri allar partar.
Elektronisk handfaring av málum og skjølum. Hetta skal taka burtur óneyðug lið í arbeiðsgongdini í almennu umsitingini og geva borgarum skjótari
og betri tænastu.
Endurnýtsla av grundupplýsingum. Í fleiri førum senda fyritøkur og borgarar somu upplýsingar inn til almennar stovnar fleiri ferðir. Endurnýtsla av grundupplýsingum kann spara bæði borgarum og almennu umsitingini tíð og orku.
Heili 52% av Føroya fólki nýta alnótina at leita sær vitan og annað hjá tí almenna. Hetta eru 82% av øllum teimum, sum hava atgongd til alnót. Í altjóða høpi liggja Føroyar ovarlaga við nýtslu av alnót til almennar heimasíður og
verður tí mett, at hetta er eitt gott útgangsstøði fyri eini talgildis gongd.
Talgildis verkætlanin er ein liður í eini rationalisering av almennu umsitingini,
sum Fíggjarmálaráðið hevur sett í verk.
Meira fæst at vita um hesa verkætlan við at venda sær til Duritu Eliasen,fulltrúa,
í Fíggjarmálaráðnum, tlf. 35 20 05.
Argir, tann 2. apríl 2003
Karsten Hansen
landsstýrismaður í fíggjarmálum