20.05.2003 · Fíggjarmálaráðið

Kunning um alment innkeyp

Kunningarskriv um
Alment keyp

Fíggjarmálaráðið arbeiðir í løtuni við at fullnýta keypið hjá tí almenna.
Hetta fevnir millum annað um ferðaseðlar, olju, starvsfólkalýsingar,
telefon og tryggingar. Hesi ymsu framtøk eru lýst niðanfyri:

Tryggingar:
Í rundskrivinum um tryggingarviðurskifti er m.a. ásett, at tryggingar bert
eiga at verða teknaðar:

Um tað er ásett í lóggávu, t.d. í ferðslulógini
Fyri starvsfólk, ið eru í arbeiðsørindum uttanlanda.
Um trygging er kravd í sambandi við leigu-, byggi- og arbeiðssáttmálar.Fyri fasta ogn við sjálvsábyrgd

Hetta merkir, at tryggingarviðurskiftini hjá landinum nú eru skipað, og at
landið nú átekur sær væl størri sjálvsábyrgd enn áður. Hetta er í prinsippinum sami leistur, sum verður brúktur í grannalondunum, bæði komunalt og á landsplani.

Ferðaseðlar:
Fíggjarmálaráðið hevur gjørt eina royndarskipan við “Flight book” og “10-túraferðaseðlar”. Við hesi skipan kunnu stovnarnir ferðast bíliga í mun til
vanligar ferðaseðlar undir næstan somu treytum. Úrslitið av royndini er, at Fíggjarmálaráðið heldur fram við skipanini.

Telefon:
Fíggjarmálaráðið hevur gjørt sáttmála við Føroya Tele um Telebonus fyri stovnarnar, sum nýta sjálvvirknu telefongjaldsloysnina hjá Gjaldstovuni. Fíggjarmálaráðið hevur eisini gjørt eina avtalu við Kall um, at landsins stovnar, sum eru kundar hjá Kall, fáa Hópkall.

Telebonus og Hópkall geva ein avslattur upp á 20% á fastnetsambandi og
haldi. Hópkall gevur harumframt eisini ein avsláttur á GSM-nýtsluna hjá stovnunum.

Olja:
Fíggjarmálaráðið hevur savnað inn upplýsingar um landsins oljunýtslu. Fíggjarmálaráðið ger ein heildarsáttmála við oljufeløgini um keyp av olju. Heildarsáttmálin verður gjørdur í mai 2003.

Starvfólkalýsingar:
Fíggjarmálaráðið hevur savnað inn upplýsingar um starvsfólkalýsingar. Fíggjarmálaráðið arbeiðir við ymiskum framtøkum t.d. einum starvsfólkaportali.

Umframt hesi økir fevnir alment innkeyp um skrivstovulutir, telduútbúnað, sakførarstuðuli og vanligar tænastuveitingar.

Fullnýtsla av almennum innkeypi er partur av rationaliseringsverkætlanini hjá Fíggjarmálaráðum, sum umframt Alment innkeyp eisini umfatar Talgildan og Innkeypsportal. Verkætlanirnar skulu økja um tilvitanina hjá stovnunum við aðalmálinum at rationalisera og effektivisera nýtslu, keyp, arbeiðslag og tænastu.

Meir um hesa verkætlan færst at venda sær til fulltrúa í Fíggjarmálaráðnum Søren Lünell Bruhn 35 20 45.


Argir tann 20. mai 2003


Karsten Hansen

Landsstýrismaður í fíggjarmálum