Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, hevur í dag luttikið á fundi millum norðurlendsku fíggjarmálaráðharrarnar. Talan er um árliga fundin í sambandi við samstarvið í norðurlendska ráðharraráðnum. Búskaparstøðan í norðanlondum og Evropa fekk drúgva umrøðu á fundinum.
Búskaparstøðan í Evropa og norðanlondum, norðurlendsku vælferðarskipanirnar í framtíðini, norðurlendsk arbeiðsmarknaðarmál, flóttafólkastøðan í Evropa, og samstarvið um felags gjaldoyra og felags fíggjareftirlit í Evropa. Hesi vóru evnini á árliga fundinum millum norðurlendsku fíggjarmálaráðharrarnar í Keypmannahavn í dag.
Høvuðsevnið á fundinum var framtíðartrygging av norðurlendsku vælferðarskipanunum. Fíggjarmálaráðharrarnir vóru á einum máli um, at vælvirkandi og rúmligir arbeiðsmarknaðir við høgari arbeiðsluttøku millum allar bólkar í samfelagnum eru avgerandi til tess at framtíðartryggja vælferðarskipanirnar og fíggingina av teimum í framtíðini.
Kristina Háfoss segði í framløgu sínari, at føroyska búskaparstøðan sum heild er góð. Landsstýriskvinnan greiddi frá, at stórsta avbjóðingin í føroyska búskapinum í løtuni er at minka almenna hallið og at tryggja haldførið í almenna búskapinum, sum frálíður. Síðani greiddi hon frá, at nýggja landsstýrið miðar eftir, at landskassahallið verður burtur í 2016, og at landsstýrið arbeiðir við fleiri tiltøkum, sum fara at minka hallið og sum samstundis tryggja eitt javnari býti av virðunum í samfelagnum.
Eftir fundin við norðurlensku fíggjarmálaráðharrarnar var landsstýriskvinnan á stuttum fundi við danska fíggjarmálaráðharran, Claus Hjort Frederiksen. Á fundinum kunnaði landsstýriskvinnan um arbeiðið hjá nýggja landsstýrinum í Føroyum, millum annað um ætlaðu nýskipanirnar á pensjóns-, fiskivinnu- og skatta- og avgjaldsøkinum og um ætlanirnar at minka hallið í landskassanum. Harafturat vóru nøkur felagsmál umrødd.
Mynd: Claus Hjort Frederiksen og Kristina Háfoss