21.01.2016 · Fíggjarmálaráðið

Kristina Háfoss á fundum um føroyska fíggjargeiran

Kristina Háfoss á fundum um føroyska fíggjargeiran

Kristina Háfoss hevur í dag havt árliga fundin um føroyska fíggjargeiran við danska vinnumálaráðharran og stjóran í Finanstilsynet.  Harumframt nýtti landsstýriskvinnan høvi at hava fundir við danska skattamálaráðharran og stjórarnar í danska tjóðbankanum.

Á fundinum í Vinnumálaráðnum varð støðan í føroysku peningastovnunum og fíggjargeiranum umrødd, og avbjóðingarnar, ið standast av, at lóggávan innan fíggjarøkið í alsamt størri mun kemur beinleiðis úr ES, har Føroyar ikki eru limir, vórðu viðgjørdar. Eisini varð viðgjørt, hvussu samskiftið millum føroyskar og danskar myndugleikar, tá umræður eftirlit við føroyska fíggjargeiranum, kann gerast enn betur framyvir.

Landsstýriskvinnan hevur eisini havt fund við danska skattaráðharran, Karsten Lauritzen. Partarnir umrøddu millum annað dupultskattaavtalur við onnur lond og arbeiðið við, at steðga sokallaða “transfer-pricing”. Kunnað varð eisini um, at í vár verður skattanevnd sett at endurskoða føroysku skatta- og avgjaldsskipanina, soleiðis at Føroyar kunnu gerast fult kappingarførar, bæði tá umræður at fáa fólk og vinnu at velja Føroyar.

Eisini vitjaði landsstýriskvinnan í danska tjóðbankanum har hon hevði fund við tjóðbankastjórarnar Lars Rohde og Hugo Frey.  Partarnir umrøddu fíggjarligu støðuna í Europa og heiminum sum heild. Støðan í løtuni er tann, at flestu lond hava sera stóra skuld, samstundis sum rentan er søguliga lág. Hetta avmarkar møguleikarnar at nýta fíggjar- og rentupolitikk í royndini at skapa búskaparligan vøkstur framyvir. Partarnir umrøddu eisini gongdina í føroyska búskapinum, og landstýriskvinnan kunnaði hartil um arbeiðið við at seta nýggja Landsbanka Føroya á stovn.

“Tað er umráðandi støðugt at arbeiða fyri einum tryggum føroyskum fíggjargeira. Eftirlitið við føroysku peningastovnunum er framvegis undir donskum málsræði, og tí er neyðugt at føroyskir og danskir myndugleikar leypandi kunna hvønn annan um viðkomandi viðurskifti viðvíkjandi føroyska fíggjargeiranum. Søguliga hevur kunningin ikki verið nóg góð, men fundirnir í dag vóru liðir í, at tryggja okkum fullgóðar upplýsingar um støðuna í føroyska fíggjargeiranum, og fara vit framhaldandi at virka fyri at tryggja, at vit fáa enn betur samskifti og kunning í framtíðini”, sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum.

21. januar 2016

Fíggjarmálaráðið