Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, er í hesum døgum í Íslandi á MR-Digital fundi. MR-Digital er ráðharraráð undir Norðurlandaráðnum, ið hevur til endamáls at styrkja um samstarvið innan talgilding millum Norðurlond og tey baltisku londini í tíðarskeiðinum 2017-2020. Ráðið arbeiðir fyri at skapa eitt samanhangandi og sameint talgilt øki, ið framhaldandi gongur á odda at tryggja vælferð og vøkstur.
Á fundinum í Reykjavík hava Norðurlendsku ráðharrarnir í talgilding umrøtt, hvussu talgilding best verður stjórnað. Hetta verður gjørt við orðaskifti um strategiir, politikk og lóggávu innan talgilda menning av almenna geiranum fyri at finna út av, hvar londini kunnu samstarva fyri at veita betri talgildar tænastur. Eisini eru felags samstarvsavtalurnar um talgildar samleikar, 5G og tilgjørt vit viðgjørdar.
Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum: “Tað hevur stóran týdning, at vit hava altjóða samstarv tá umræður talgildar loysnir. Mest týðandi samstarvið beint nú er, at tryggja, at føroyski Talgildi Samleikin, eins og aðrir norðurlenskir og baltiskir talgildir samleikar, kunnu nýtast tvørturum landamørk. Hetta fer at lætta um hjá øllum føroyingum, sum fara uttanlands eitt nú at lesa, arbeiða ella á sjúkrahús. Talgildi samleikarnir hjá londunum verða í stóran mun framtíðar pass hjá borgarum, og hevur tað eisini av hesi orsøk stóran týdning at føroyingar seinni í ár fáa egnan Talgildan Samleika.”
Ráðharrarnir í MR-Digital greiddu frá royndum sínum við talgilding. Í Føroyum varð strategiin um Talgildu Føroyar løgd fram í 2015, og síðani hevur verkætlanin arbeitt við at menna eitt talgilt undirstøðukervi, ið verður til gagns fyri alt føroyska samfelagið. Hetta verður m.a. gjørt við at menna ein talgildan samleika, ið livir upp til altjóða krøv og fer at kunna nýtast í øðrum londum.
Heldin, sum var tikin í nýtslu í Føroyum í 2016, er dømið um Norðurlendskt og baltiskt samstarv. Heldin er ein talgildur motorvegur, har alt dátasamskifti millum stovnar, fyritøkur og borgarar í framtíðini, á meira tryggan hátt, fer ígjøgnum. Tøknin í Heldini, X-Road, er estisk og verður nýtt í fleiri Norðurlondum og baltiskum londum. Hóast hvørt land hevur sína serstøku loysn og fult tamarhald á dátunum, kunnu skipanirnar virka saman. Hetta loyvir tryggum dátuflutningi millum tey lond, ið nýta tøknina. Í næstum fara Føroyar at gera avtalu um Nordic Institute for Interoperability Solutions, so vit eru við at tryggja menningina og strategisku leiðsluna av X-Road í framtíðini.
Samstarvið í MR-Digital leggur m.a. lunnar undir at borgarar í Norðurlondum og baltisku londunum kunna nýta talgildar loysnir landanna millum á ein tryggan og skipaðan hátt.