Stóri áhugin at keypa lánsbrøv frá Føroya Landsstýri vísir, at íleggjarar – bæði føroyskir og útlendskir - hava álit á føroyska búskapinum.
Áhugin var so stórur, at eftir bert tveimum tímun høvdu íleggjarar keypt lánsbrøv fyri 1,9 milliard krónur.
Ein medvirkandi orsøk til álitið á føroyska búskapin, er tiltakið á Norðuratlantsbryggjuni, har millum onnur Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevði framløgu fyri útlendskum íleggjarum um føroyska búskapin.
Eftir tiltakið vísti Sigurd Poulsen, landsbankastjóri, á, at stórur áhugi var millum pensjónskassar, bankar og aðrar íløgugrunnar í føroysku lánsbrøvunum.
Føroya Landsstýrið bjóðaði í hesum umfarinum lánsbrøv fyri 1,9 milliardir krónur til sølu í danska og íslendska søluskálunum.
Peningurin verður lutvíst brúktur til at fíggja hall á fíggjarlógini - 500 mió kr - og lutvíst til at endurfíggja brævalán sum fella til gjaldingar í ár - 1.018 mió kr. Ein partur - 286 mió kr - verður brúktur til framskundaða afturgjalding av brævlánum.
Argir, tann 06. juni 2009
Fíggjarmálaráðið