Felags fráboðan frá Fíggjarmálaráðnum, Vinnumálaráðnum og Felagnum Føroyskir Peningastovnar
Seinastu tíðina hevur nógv umrøða verið av málinum um NemId og KT hjá føroysku peningastovninum. Hendan fráboðan skal síggjast í ljósinum av hesum.
- Ein óheft kanning verður sett í verk at lýsa kostnað, fyrimunir og vansar við eini møguligari heimtøku av KT skipanum hjá føroysku peningastovnunum úr útlondum
- Innritan til netbankan verður óbroytt. Tað merkir, at kravið um NemID verður slept, og brúkarar kunnu halda fram at brúka netbankan sum áður. Tey sum ynskja tað, kunnu sjálvboðin velja NemId ístaðin fyri verandi innritan. Tá ið Føroyar hava valt eina felags føroyska talgilda undirskrift í sambandi við arbeiðið hjá landsstýrinum at talgilda Føroyar, verður hendan eisini brúkt av peningastovnunum. Ein føroysk talgild undirskrift væntast liðug um 2 ár.
- Felagið Føroyskir Peningastovnar taka lut í arbeiðinum hjá landsstýrinum at talgilda Føroyar. Talgildingin hevur til endamáls at nútímansgera vælferðina og tænasturnar hjá føroyingum og skal viðvirka til at skapa kappingarføri, vøkstur og framleidni.
Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri
Johan Dahl, vinnumálaráðharri
Janus Petersen, formaður fyri Felagið Føroyskir Peningastovnar