Framgongdin, sum hevur verið í búskapinum higartil í ár, sæst nú týðiliga í konjunkturvísitalinum. Samlaða konjunkturvísitalið er hækkað úr 23 til 37 seinasta hálvárið. Samlaða vísitalið hevur ikki verið so høgt síðani januar 2007, áðrenn altjóða fíggjarkreppan byrjaði.
Vísitalið hækkar fyri allar bólkar, tó ikki fyri tilfeingisvinnurnar, sum eru mestsum óbroyttar samanlagt í vísitalinum. Bæði húsarhald og vinnulív eru munandi meira bjartskygd um framtíðina og vænta framgongd næsta árið. Vísitalið hækkar serliga fyri tænastuvinnurnar og byggivinnuna, sum merkja stóra framgongd í sølu og eftirspurningi. Hetta er tekin um, at samlaði eftirspurningurin eftir vørum og tænastum er vaksandi.
Her eru nøkur høvuðsúrslit í nýggju konjunkturkanningini:
• Allir vinnubólkar í vísitalinum svara, at framgongd er í sølu og eftirspurningi og at teir vænta vaksandi eftirspurning frameftir
• Byggivinnan merkir stóra framgongd, og vinnan væntar at fáa tørv á meira arbeiðsmegi
• Tilfeingisvinnan roknar eisini við vaksandi tørvi á arbeiðsmegi næstu 12 mánaðirnar
• Handils- og tænastuvinnurnar merkja framgongd í sølu og eftirspurningi
• Føroysk húsarhald vænta framgongd í búskapinum og at arbeiðsloysið lækkar næsta árið
Konjunkturkanningin hjá Fíggjarmálaráðnum varð gjørd í juni í ár. Konjunkturvísitalið gevur ábending um, hvussu brúkarar og vinnulív meta um tíðirnar, hvussu støðan í búskapinum er beint nú, gongdina farnu tólv mánaðirnar og útlitini fyri næstu tólv mánaðirnar. Úrslitini í konjunkturkanningini eru at finna í hjáløgdu frágreiðing og í tilhoyrandi skjølum á heimasíðuni hjá Fíggjarmálaráðnum, www.fmr.fo.
Argir,
8. juli 2014